Tíðindi

Kvæðahugni í Stóra pakkhúsi fyri lærarar

Fríggjakvøldið 21. februar skipar Føroya Lærarafelag fyri kvæðahugna í Vági. Kvæðahugnin verður í Stóra pakkhúsi.

19.02.2025

Elin Maria Ó. Olsen fer at leggja lag á og geva íblástur til, hvussu kvæðaundirvísingin kann skipast.

Skráin er hendan:

18:30   Hittast og heilsast – Vælkomnir Føroyingar her í vási

Kvæða-quiz - borðspæl

19.00   Nátturði

Dansispøl

Kaffi og omaná 

Pub quiz um kvæðini og vísurnar, ið eru á skrá

Vit fara upp á gólv. Umframt Burtur á heiði, Veturin kom, v.m. eru kvæðini, ið verða brúkt á kvæðastevnu fyri miðdeild fólkaskúlans á skrá:

Hørpuríma
Sigmundskvæði yngra
Sinklars vísa
Orðið er frítt 

Vit royna eisini ymiskt undirvísingartilfar, sum plagar at vera stuttligt at brúka við næmingum.

Fyri at vera við á tiltakinum er neyðugt við at melda seg til. Tilmeldingin fer fram við at boða álitisfólkinum á skúlanum frá ella við at senda teldupost til eydbjartur.skaalum@skulin.fo. Freistin at melda til at týsdagin 18. februar.

Vit gleða okkum til ein góðan kvæðahugna í Vági fríggjakvøldið 21/2.

Savnsmynd.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni