Tíðindi

Kveikingardagur um fyribyrging

Fríggjadagin 7. februar verður árligi kveikingardagurin, sum SSP skipar fyri.

10.01.2025

Kveikingardagurin er dagurin, har fakfólk tvørtur um geirar hittast fyri at hoyra tað nýggjasta um, hvussu børn og ung í Føroyum kunnu trívast. Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum. Evnið, ið er karmur um kveikingardagin í ár, er: Ymisk sjónarmið innan fyribyrging.

Í skrivi frá SSP verður sagt, at “vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi innan børn og ung. Við íblástri frá íslendska frymlinum hoyra vit m.a. um donsku verkætlanina Fælles om ungelivet, ið byrjaði sum pilotverkætlan frá 2020–2024 og nú er víðkað til fleiri kommunur í Danmark. Eisini frætta vit um studentaprestaskipanina, ið er ein trý ára royndarverkætlan, og vit hoyra nærri um, hvat føroyskur ungdómur hevur av tilmælum til føroyska samfelagið og mangt annað.

Kveikingardagurin verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 7. februar 2025 kl. 9:00 – 15:15.

Keyp atgongumerki fyri bert 475 kr. Tú finnur meira kunning á SSP.fo undir tiltøk ella á atgongumerki.fo.

Skunda tær at tryggja tær pláss, tí plássini fara skjótt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni