Tíðindi
09.08.2024
Allir lærarar hava helst stundum upplivað næmingar, sum í styttri ella longri løtu ikki eru mentalt til staðar. Teir droyma seg burtur í annan heim ella hava okkurt í tonkunum, sum er langt frá tí, ið er til viðgerðar í tímanum. Eitt púra vanligt fyribrigdi, sum hevur lítið upp á seg, um tað ikki kemur ov ofta fyri. Harragud, tey eru bara vanligir tannáringar og børn, sum møguliga ikki eru komin heilt fullsvøvnt í skúla, ella er bara dagsins evni ikki so framúr spennandi, sum tú sjálvur heldur. Friður veri við tí.
Men so eru onkursvegna nakrir fáir næmingar, sum ofta eru truplir at fáa at hugsavna seg. Tað er vanliga lætt at lesa teir av. Tú sært, at teir eru í einari aðrari verð, ynskja seg burtur onkursvegna og fáa at kalla einki við. Hesir næmingarnir hava ofta nøkur felags eyðkenni. Teir eru friðarligir, men missa tó skjótt tráðin. Einar tríggjar spurningar til læraran hava teir tó ofta til felags. Teir spyrja: Kunnu vit ikki gera okkurt “skeg”, kunnu vit fáa fyrr frí og kann eg sleppa á ves? Sum nýggjur lærari helt eg stundum, at hesir vóru ófólkaligir, og teir spurdu fyri at provokera ella fyri at flyta fokus. Slíkt kom jú ikki fyri, tá ein sjálvur var næmingur eina ferð í hinari øldini. Men teir spyrja oftast ikki fyri at provokera, fann eg so líðandi út av. Næmingarnir klára ella orka stutt sagt ikki at hugsavna seg um eitt og sama evni í størri ella minni løtu av tímanum. Við at spyrja slíkt hava teir, um ikki annað, eina lítla vón um at sleppa at síggja ein film ella at sleppa út 5-10 minuttir áðrenn tíðina. Teir hava jú einki at missa. Sum oftast verður tað ikki gingið á møti, men teir kunnu so altíð royna, hugsa teir helst.
So er spurningurin. Hví sýnist manglandi hugsavnan at vinda upp á seg? Svarið er sjálvsagt samansett, men nógv økt skíggjanýtsla er uttan iva ein partur av orsøkini. Tað er gerandisdagur hjá børnum og ungum støðugt at leypa ímillum sosialar miðlar. Frá einum klippi til tað næsta og so tað triðja, og so framvegis, ofta uttan mál og mið. Hetta stressar og ørkymlar tey og kann lætt gera tey óuppløgd. Tey eru lítið von við at hugsavna seg og fara til botns í einum evni. Eitt nú at greina og tulka eina skaldsøgu er meira enn fleiri makta. Ung lesa eisini væl minni nú enn fyrr. Fleiri hava valla lisið eina skaldsøgu, fyrr enn tað er pensum í skúlanum. Nú tosi eg, væl at merka, um ein minni tyngri bólk av næmingum. Vit hava, enn sum áður, nógvar sera dugnaligar næmingar í skúlanum, lukkutíð, sum eisini lesa nógv.
Hvussu lofta vit so hesum bólki. Ja, onkur skúli brúkar førleikabýtta undirvísing í hádeild við góðum úrslitum. Tað kundi verið ein máti. Annars mugu hesir næmingarnir ikki bara sleppa at fjala seg í fjøldini, ár út og ár inn, men so ella so loftast í serundirvísing, sum passar til teir. Har teir ikki sleppa undan at arbeiða, sum kann koma fyri í tí stóra hópinum.
Alt ov nógvir næmingar detta ov lætt niður ímillum í fólkaskúlanum og fáa tí ikki tann førning, ið teir hava uppiborið. Tað mugu vit gera betri.