Tíðindi
23.12.2022
Fyrst í hesi øldini funnu fólk seg ikki í, um Wikipedia var brúkt sum kelda í tilfari og miðlum. Hesar atfinningar eru ikki longur at hoyra. Nú verður Wikipedia dúgliga brúkt sum kelda í øllum miðlum. Men merkir tað, at Wikipedia er vorðið betri? Ella eru fólk farin at slaka av, tá ið talan er um keldukritikk?
Norska heimasíðan forskning.no hevur tosað við Wikipedia-veteranin, Wikimedia Norge, granskarar og Gerd-Liv Valla, sum hevur funnið villur í eini grein, sum snýr seg um hana.
Skrivað av sjálvbodnum
Wikipedia er eitt slag av sjálvbodnum arbeiði. Har eru eingir stjórar, eingir deildarstjórar ella ritstjórar. Tey, sum framleiða innihaldið á Wikipedia, arbeiða uttan at fáa nakað afturfyri, tey arbeiða í frítíðini, tí tey hava hug til tað.
Í august í 2022 vóru 330 virknir brúkarar, til vil siga skribentar, sum skrivaðu á Wikipedia. Samlað er tað meiri enn 1.000. Men tað ber eisini til at rita inn og broyta greinir dulnevnt.
Summir av skribentunum eru eisini umsitarar.
Morten Olsen Haugen er ein teirra. Tað gevur honum fleiri rættindi enn aðrir brúkarar hava, men ikki formliga størri myndugleika.
– Vit eru ein bólkur av 60-70 umsitarum. Vit strika greinir ella læsa tær fyri ritstjórn. Vit útihýsa eisini brúkarum, sigur hann.
Haugen er ein av veteranunum á Wikipedia, og hann hevur skrivað greinir í 17 ár.
– Er ofta góð
Hann arbeiðir við Wikipedia hvønn dag, mest privat, men eisini onkuntíð gjøgnum arbeiðið í Trøndelag fylkiskommunu.
– Eg brúki helst ein hálvan tím hvønn dag at skriva.
Hann skrivar nýggjar greinir ella broytir gamlar. Hann gevur ráð, vegleiðir og kjakast við aðrar brúkarar, og hann strikar tekstir.
Wikipedia er ofta gott, sambært Haugen.
– Bestu greinirnar á Wikipedia líkast granskingargreinum; tú fert ígjøgnum alt, sum er skrivað fyrr og tekur tað týdningarmesta burturúr.
– Aðrar greinir eru tendensiøsar og partískar, meðan aðrar eru upplýsingargreinir, sigur Haugen.
Villa um Valla
Fyrrverandi leiðarin í norska LO, Gerd-Liv Valla, er ikki nøgd við góðskuna á Wikipedia.
Fyri nøkrum árum síðan var hon spurd av einum tíðindafólki í NRK um, hví hon er útihýst í SUF. Tí tað stóð at lesa á Wikipedia.
SUF var ungmannafelagið hjá tí, sum í dag eitur flokkurin Rødt.
Valla skilti ikki spurningin. Hon hevur ongantíð verið limur í SUF. Tú verður ikki blakað úr einum felagsskapi, sum tú ongantíð hevur verið limur í. Hon var hinvegin ógvuliga ósamd við SUF á sinni og gjørdist seinni limur í øðrum felagsskapi.
– Eg royndi at seta meg í samband við Wikipedia fyri at rætta villuna, men tað var púrasta ómøguligt, sigur Valla til forskning.no.
Hon royndi eisini at finna onkran við ábyrgd, men fann hvørki telefonnumar, nakran í umsitingini ella nakran leiðara av nøkrum sum helst slagi.
Villan livir víðari
At enda fekk hon fatur á onkrum í umsitingini. Viðkomandi greiðir frá, at tað er sera trupult at rætta villur, tí aðrir brúkarar broyta upplýsingarnar aftur til tað, sum hevur staðið.
– Tað eru gingin fleiri ár, har villan er sloppin at standa uttan at nakar hevur rættað hana, sigur Valla.
– Tá ið tey gera so stór mistøk í einum máli, sum eg kenni væl, hvussu kann eg tá hava álit á innihaldinum í øðrum tilfari? spyr hon.
Læra keldukritikk
Tað týdningarmesta við Wikipedia er, at tað lærir fólk keldukritikk, heldur Morten Olsen Haugen.
Áðrenn vit fingu internet, mettu vit tekstir eftir, hvør hevði skrivað teir, og hvar teir vóru almannakunngjørdir. Tá ein professari skrivaði eina grein í einum blað, stólaðu vit upp á innihaldið. Men lósu vit onkran teksin, har eingin avsendari var, so høvdu vit ikki sama álit. Á Wikipedia standa allir tekstirnir saman. Tú mást tú meta um tekstin eftir at tú hevur lisið hann, sigur Haugen.
Kelda: forskning.no