Tíðindi
07.03.2023
Tá fara sjey skúlar at kunna um sítt virksemi, og hvat teir kunnu bjóða teimum ungu, nú tey skjótt fara úr fólkaskúlanum. Eisini kemur Vinnuhúsið at greiða frá um yrkisútbúgvingar. Skúlarnir, sum koma at leggja fram, eru Føroya Eftirskúli, Heilsuskúlin, Sjónám, Húsarhaldsskúli Føroya, Háskúlin í Nesvík, Eftirskúlin Brúgvin og Føroya Fólkaháskúli.
Umframt at hava eina framløgu í Løkshøll fara skúlarnir at seta básar upp í kantinuni, har tey vitjandi kunnu fáa meir at vita um skúlatilboðini.
Kunningarkvøldið er eitt samstarv millum skúlavegleiðararnar í Fuglafjarða, Tofta, Stranda, Runavíkar skúla og Skúlan við Streymin.
Endamálið við tiltakinum er, at næmingar saman við foreldrum sínum nema sær kunning um føroysku skúlatilboðini, sum standa teimum í boði.
Tiltakið er alment, og eru øll vælkomin.
Skráin verđur hendan:
18.30: Vælkomin
18.35: Føroya Eftirskúli
18.50: Heilsuskúlin
19.05: Vinnuhúsið
19.30: Sjónam
19.45: Kaffi og básavitjan
20.15: Húsarhaldskúli Føroya
20.30: Háskúlin í Nesvík
20.45: Føroya Fólkaháskúli
21.00: Eftirskúlin Brúgvin
21.15: Kaffi og básavitjan