Tíðindi

Kunngerðin um forskúlar ásetir innihaldið í forskúlanum

Seinastu 10 árini eru fleiri forskúlar komnir, og fleiri eru á veg. Forskúli er ábyrgdarøki hjá kommununum, men Uttanríkis- og mentamálaráðið er eftirlitsmyndugleiki. Ongin námsætlan er fyri forskúla

20.04.2022

Innihaldið og skipanin í forskúlaflokkum eru væl lýst bæði í lóg og kunngerð. Fólkaskúlalógin ásetur, hvat forskúlarnir skulu arbeiða við í høvuðsheitum, og kunngerðin greinar bæði skipan og innihald.

- Hetta verður ikki gjørt í sama mun fyri onnur øki í fólkaskúlanum, men ásett í námsætlanum, sigur Jenny Lydersen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Ásett er í fólkaskúlalógini, at í forskúlaflokki skulu børnini verða kunnað um dagliga lívið í skúlanum, læra at vera í skúla og at vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik; børnini skulu læra grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, læra at nýta bókasøvn, handaligt virksemi, tónleik, rørslu, at lurta og verða aktivur luttakari í undirvísingarstøðuni og í tí sosiala samverupartinum. Skipað samstarv skal verða millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.

Hetta skúlaárið eru níggju forskúlar í Føroyum. Teir skipa innihaldið í tilboðnum samsvarandi virðisgrundarlagnum hjá avvarðandi skúla og kunngerðini um forskúla. Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð og formaður í Fólkaskúlaráðnum: ”Vit kunnu ásanna, at tilboðini eru sera ymisk; av tí at eingin námsætlan er, so er tað kanska ikki so løgið. Stóð tað til mín, so var námsætlan gjørd, soleiðis at tað gjørdist meiri eins, í øllum førum nakrar felags leiðreglur við nøkrum lærumálum. Sum eg skilji tað, so ger hvør einstakur forskúli sær sína egnu námsætlan.”

Tá ið vit spyrja í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, um ætlanin er at gera námsætlan, siga tey, at spurningurin um at gera námsætlan fyri forskúlan er reistur av nýggjum í sambandi við, at námsætlanirnar í fólkaskúlanum verða endurskoðaðar, og hann fer at verða viðgjørdur í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.  

- Tá ið námsætlanirnar vórðu gjørdar á sinni, var ætlanin at gera eina námsætlan fyri forskúla. Arbeiðsbólkur varð settur, men mælt var tá frá at gera eina námsætlan eftir somu skipan sum námsætlanirnar í fólkaskúlanum, tí at talan var ikki um eina lærugrein, men um menning í breiðum høpi. Úrslitið av hesum var kunngerðin um skipan og læring í forskúla og stevnumiðini fyri dagstovnaøkið, sigur Jenny Lydersen.

Eftir at fólkaskúlalógin varð sett í verk 1. august 1998, varð ein arbeiðsbólkur settur við umboðum frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, Føroya lærarafelag, Føroya pedagogfelag og Sankta Frans skúla, sum tá var einasti skúli, ið hevði forskúla, at gera uppskot um reglur um at stovna forskúla. Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrimanninum álitið: Uppskot um reglur um at stovna forskúlaflokkar, har lýsingar eru av endamáli og innihaldi.

Í 2014 handaði Fólkaskúlaráðið táverandi landsstýrismanni í undirvísingarmálum álitið, Eygleiðingar í forskúlunum, kunning og niðurstøða, har lýsing varð gjørd av táverandi forskúlunum, sum vóru fýra í tali. Fremsti partur í álitinum er frágreiðing um forskúlaskipanina; hetta tilfar kundi verið nýtt sum íblástur hjá teimum, sum starvast í forskúla og í teimum skúlum, har kommunan hevur í umbúna at skipa forskúla, heldur Jenny Lydersen. Hon er ikki samd í útleggingini, at forskúlarnir eru ymiskir einans sum avleiðing av, at eingin námsætlan er.

- So einfalt tykir mær ikki, at læring og menning kunnu lýsast. Skúlarnir hava somu námsætlanir, men eru tó ymiskir, og vit eiga ikki at stremba eftir einsrættan, men eftir fjølbroytni og møguleikum í fakligu og námsfrøðiligu menningartilgongdunum. Sum ásett í fólkaskúlalógini, so hevur einstaki skúlin innan settar karmar ábyrgdina av undirvísingardygdini sambært endamáli fólkaskúlans, og innan hesar karmar ger skúlin av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rætis. Tað er ikki bara ein háttur at náa tey mál, sett verða. Tað setur stór krøv til læraran at leggja til rættis og skipa undirvísingina í flokkinum fyri at skapa læring og trivnað, og hetta er serkunnleiki lærarans at møta teimum ymsu avbjóðingunum, sum kunnu verða í eini floksundirvísing.

- Námsætlanirnar áseta endamál og tímatal eins og kunngerðin, førleikamál, sum eru skipað í støðisførleikar og fakligar, meðan kunngerðin ásetur innihald, sum tó ikki er lýst í førleikamálum, men at menna førleikar og møguleikar, at ogna sær førleikar gjøgnum leik, kreativt virksemi og við ymsum arbeiðsháttum. Læringin í forskúlanum er ikki á sama hátt sum í fólkaskúlanum býtt í lærugreinir, men endamálið og innihaldið, sum eru ásett í kunngerðini, eiga at verða leiðreglurnar.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni