Tíðindi
14.01.2025
Talan er um kunngerð nr. 103 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Kunngerðin áleggur skúlunum at dagføra atferðarreglurnar til eisini at fevna um nýtslu av fartelefon í skúlatíðini; kunngerðin ásetur, at um næmingur ikki heldur reglurnar, so hevur tað fylgir, sum tað er lýst í kunngerðini.
Fleiri skúlar hava í fleiri ár havt atferðarreglur fyri fartelefonnýtslu í skúlanum, men nú hevur landsstýrismaðurin givið øllum skúlum boð um at endurskoða atferðarreglur skúlans við fyriliti fyri at tálma fartelefonnýtsluni í skúlatíðini.
Tað er tí umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskiftið í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burtur bæði undirvísingarliga og trivnaðarliga.
Í skrivinum frá landsstýrismanninum til skúlarnar eru tilráðingar í sambandi við arbeiðið at dagføra atferðarreglur skúlans:
Fartelefonnýtsla í skúladegnum
· at ásetingar verða gjørdar um, at fartelefonnýtsla verður avmarkað so nógv sum til ber í skúladegnum, so at meginreglan verður, at næmingarnir ikki nýta fartelefon, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum
· at undantøk verða gjørd í undirvísingarstøðum, har lærarin metir, at fartelefonin er hent at nýta í undirvísingini,
· í sambandi við serligar umstøður hjá næmingum, har næmingur eigur at hava rætt til at nýta fartelefon bæði í sambandi við sjúku og onnur viðurskifti
· at skúlin hevur eina skipan, har næmingarnir leggja fartelefonina frá sær, tá ið teir koma í skúla, og um hvussu næmingarnir fáa fartelefonina aftur, tá ið skúladagurin endar hjá einstaka næminginum.
· at mannagongdirnar eru greiðar, so tað ikki er uppgávan hjá einstaka flokslæraranum ella læraranum at taka støðu til, men ein felags mannagongd, sum hevur undirtøku millum starvsfólkini, og sum bæði starvsfólk og næmingar eru tilvitað um
· at næmingaráðini fáa høvi til at siga sína hugsan bæði um fartelefonnýtslu í skúlatíðini og um ta skipan, sum skúlin ger fyri fartelefonnýtslu, m.a. um avlevering av fartelefonum og at fáa telefonina aftur, eftir loknan skúladag. at næmingaráðini fáa umstøður at arbeiða við uppskoti um, hvussu fartelefonnýtslan kann verða skipað.
· at námsfrøðiliga ráðið fær uppskotið til ummælis, og at leiðsla skúlans viðgerð uppskotið um fartelefonnýtslu saman við námsfrøðiliga ráðnum, har arbeitt verður við eini felags skipan og mannagongd
· at leiðsla skúlans tekur neyðug stig í málum, har næmingar ikki virða ásettu meginreglurnar. Leiðsla skúlans kann tá taka fartelefonina frá næmingi og gera avtalu við næmingin og foreldrini um, hvussu næmingurin fær fartelefonina aftur, tá ið skúladagurin endar,
· at næmingar verða kunnaðir um og hava møguleika at ringja til foreldrini, um tað gerst neyðugt í skúladegnum. Skipanin kann vera, at næmingar venda sær til flokslæraran, annan lærara, garðvakt ella tær tænastur, sum skúlin hevur sett í verk.
· at foreldur verða kunnað um tær meginreglur, sum verða settar í verk, og at reglurnar verða umrøddar á foreldrafundi, so foreldur hava møguleika at bera fram sína hugsan.
Mynd: pexels.com