Tíðindi
06.03.2025
Næminga- og starvsfólkatalið í skúlanum ger av, hvussu nógvar tímar KT-vørðurin fær til sítt arbeiði. Nú Skúlanet er sett í verk, er tíðin, sum KT-vørðirnir fáa, skerd so nógv í summum skúlum, at teir mugu vísa uppgávum, sum liggja á teimum, frá sær.
- Tíðin hjá KT-vørðinum er so tepur nú, at tá ið eitt nú royndir eru í skúlanum, so verður øll KT-varðatíðin fyri fleiri vikur brúkt í einum, tí tað er so nógv brúk fyri okkum tá. Summir KT-vørðir skráseta alla sína tíð og hava greitt mark fyri, hvat teir gera og ikki; aðrir skráseta ikki og royna so langt tað yvirhøvur ber til at hjálpa læraranum, sum tørvar hjálp, tí teir hava ikki hjarta at nokta. Vit hoyra frá KT-vørðum í skúlum kring landið, at teir framvegis gera uppgávur í skúlanum, sum sambært nýggja ábyrgdarbýtinum ikki er teirra. Teir tora ikki at lata vera, tí teir eru undir so stórum trýsti. So okkara varhugi er, at nógvir KT-vørðir arbeiða nógv meiri enn teir hava tíð til í virksemisætlanini. Vit hava akkurát líka nógv at gera, sum áðrenn Skúlanet, kanska meiri, sigur Sjúrður J. Ravnsfjall, KT-vørður og formaður í KT-varðafelagnum.
Við Skúlaneti er nýtt ábyrgdarbýti gjørt, tá ið talan er um net og netumsiting í skúlunum. KT-varðafelagið og Føroya Lærarafelag hava ikki verið inni í myndini, tá ið býtið var gjørt, og býtið er ikki góðkent av Føroya Lærarafelag ella KT-vørðunum.
Skúlanet hevur ásett hetta at vera ábyrgd skúlans:
KT-vørður skúlans /úrvalsbrúkarin hevur ábyrgdina av at m.a.:
* Feilrætting í skrivstovuforritum
* Leggja inn serforrit
* Hjálpa til at seta upp skíggjar, mýs, tastatur og samvirknar talvur
* Greina og tulka feilir og evt. rætta teir, um tað ber til
* Skráseta feilir/trupulleikar hjá Kt-skivuni
* Samskifta við KT-Skivuna um uppgávur og fylgja upp
* Kunna brúkarar um loysnir og trupulleikar
* Eftirkanna at skipanir virka, sum tær skulu, eftir at tillaging og/ella uppstigan er framd.
* Fyrireika royndar og próvtøkuvirksemi.
* Fráboða Gjaldstovuni um tilgongd/frágongd av næmingum og starvsfólki í skúlaárinum.
* Tryggja røttu handfaran og goymslu av skúlans dátum
* Keyp av teldum/chromebooks v.m.
* Umsita Chromebooks
* At tryggja at nøktandi netferð er á skúlanum/undirvísingarstovninum
* At útvega hjálp og vegleiðingar til nýggjar næmingar, ið skulu á Skúlanet.
* At tryggja, at næmingar og lesandi hava hóskandi amboð við til skúlabrúks/royndir.
* Um øll skulu hava eitt ávíst forrit, kann KT-vørðurin biðja Gjaldstovuna koyra forritið út til øll starvsfólk við Firma portal/Company Portal.
Hóast arbeiðsbýti er gjørt, kann tað vera trupult at navigera í nýggja veruleikanum við Skúlaneti, halda KT-vørðirnir, tí lærarar og næmingar eru framvegis í gomlu skipanini, har tað er KT-vørðirnar, teir seta seg í samband við, tá okkurt er áfatt við tí tøkniliga.
- Av tí at ábyrgdar- og uppgávubýtið er broytt, eru vit noydd at siga við lærarar og næmingar, at teir mugu venda sær til Skúlanet at fáa hjálp, hóast vit fegin vilja hjálpa, men tað ber ikki til, tí arbeiðstíðin hjá okkum er skorin niður í helvt, og vit eru rætt og slætt ikki tøkir at hjálpa. Haraftrat áleggur leiðslan okkum, at vit ikki skulu brúka tíð, sum vit ikki hava, sigur Jens Mortan Rasmussen, KT-vørður.
Nýtt ábyrgdarbýti merkir ikki tað sama sum, at KT-vørðirnir hava fingið eina arbeiðslýsing. Felagið hjá KT-vørðunum hevur í nógv ár sóknast eftir at fáa eina lýsing av arbeiðnum hjá KT-vørðunum í skúlunum, ið sum kunnugt ikki bara hevur við telduútbúnað at gera. Sjúrður J. Ravnsfjall og Jens Mortan Rasmussen komu í nevndina í KT-varðafelagnum í ár.
- Tá ið vit ikki hava eina arbeiðslýsing, so arbeiðir hvør í sínum lagi við uppgávum, sum mann heldur, at mann hevur, og tað er óivað meiri enn mann í roynd og veru eigur at røkja, rokni eg við. Einasta, sum vit hava hildið okkum til, er eitt býti, sum einaferð var gjørt, og tað var, at 40 prosent av arbeiðstíðini skal brúkast til tað tøkniliga og 60 prosent til tað undirvísingarliga, men neyvt hvat kemur undir hvat er ikki nágreinað. Hvør einstakur KT-vørður leggur nógv í sítt arbeiði, sigur Sjúrður J. Ravnsfjall, sum tók við sum formaður í KT-varðafelagnum í vár.