Tíðindi

KT-vørður ella Skúlanet

Tað hevur týdning, at vit, sum arbeiða í skúlunum vita og skilja, hvar uppgávurnar og trupulleikarnir eiga at vera loystar, tí hevur tað týdning, at vit fáa greiða arbeiðslýsing fyri KT-varðaarbeiðið. Tað kann føra til óneyðuga ørkymlan, tá samsvar ikki er í væntanunum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

09.09.2024

Nú eru vit so heppin í mínum skúla, at vit eisini eru ein partur av Skúlaneti. Við skúlaársbyrjan vórðu vit kunnað um ymiskt viðvíkjandi Skúlanetinum, skipanini og hvussu vit verða knýtt í skipanina. Eisini var kunning um, nær vit eiga at venda okkum til Skúlanetið, og nær vit eiga at venda okkum til KT-vørðin í skúlanum. Helst hava flestu lærarar meiri skil fyri teldutøkni enn eg, men tað er ongin ivi um, at fleiri hava somu avbjóðing sum eg, tá talan er um net, forrit og annað. Tí hevur tað týdning, at vit vita nágreiniliga, hvar vit eiga av venda okkum, tá vit standa við einari avbjóðing.

Tey, ið arbeiða við Skúlaneti, hava lagt nógva orku í, at arbeiðið er væl frágingið, og at skipanin kemur væl frá byrjan. Nakrir skúlar hava verið í eini royndarskipan fyri at royna skipanina og finna bestu loysnirnar. Skúlanet skal við tíðini rúma øllum næmingunum og lærarum í skúlunum. Brúkararnir av skipanini eru nógvir, tí verða avbjóðingarnar eisini fjølbroyttar. Undirvísingarfak og arbeiðsháttur ávirka, hvussu vit brúka tøknina í skúlahøpi. Sjálv stóð eg nú eitt kvøldið og skuldi brúka rokniark á eini talvu. Tá talvurnar eru bundnar í Skúlanet, havi eg ikki longur møguleika at leggja tey forrit á talvuna, sum eg havi tørv á. Hvat gera vit, tá vit standa við eini slíkari avbjóðing? Kanska havi eg ikki skilt skipanina nóg væl, tí standi eg hetta kvøldið og veit ikki, hvat eg eigi at gera. KT-vørðurin er ikki til arbeiðis, samstundis sum eg ikki haldi avbjóðingina vera nóg átrokandi ella álvarsliga til at ringja til Skúlanet. Tó, so haldi eg hetta vera troyttandi, tí eg má finna eina aðra loysn.

Hesa stuttu tíðina síðan skúlaársbyrjan havi eg longu ringt fleiri ferðir til Skúlanet, samstundis sum KT-vørðurin í skúlanum hevur verið til stóra hjálp fleiri ferðir. Tey á Skúlaneti hava verið fryntlig og fyrikomandi og hava gjørt sítt til at veita mær ta hjálp, sum hevur verið møgulig, hóast tað í onkrum føri onki hevði við Skúlanet at gera.

Tað er her, eg meti, at ein avbjóðing liggur. Tað hevur týdning, at lærarar vita, hvar teir eiga at venda sær, tá okkurt ikki riggar eftir ætlan. KT-varðatíðin er skerd við eini helvt, arbeiðið hjá KT-vørðunum eigur at samsvara við tíðina, ið er til arbeiðið. Í mínum skúla hava KT-vørðirnir havt úr at gera hesar fáu vikurnar, sum eru farnar av skúlaárinum. Onkrar uppgávur áttu helst at verið loystar hjá Skúlaneti, aðrar hjá KT-vørðinum. Tað hevur týdning, at vit, sum arbeiða í skúlunum vita og skilja, hvar uppgávurnar og trupulleikarnir eiga at vera loystar, tí hevur tað týdning, at vit fáa greiða arbeiðslýsing fyri KT-varðaarbeiðið. Tað kann føra til óneyðuga ørkymlan, tá samsvar ikki er í væntanunum. Hóast nakað av óvissu hjá onkrum lærarum, so ivist eg ikki í, at Skúlanet fer at virka væl, tá arbeiðslýsingar og royndir hjá øllum pørtum eru komin upp á pláss.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni