Tíðindi
05.03.2025
“Við Skúlaneti fáa undirvísingarstovnar eitt gott KT-kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, har trygdin er í hásæti. Tað skal vera lætt og trygt at brúka talgild amboð í skúlunum, so næmingar og lærarar kunnu hugsavna seg um undirvísing og læru.”
Hesir setningarnir eru fyrsta brotið, tú lesur um Skúlanet á heimasíðuni hjá Skúlaneti, men spyrja vit formannin í felagnum hjá KT-vørðunum í skúlunum, Sjúrð J. Ravnsfjall, og Jens Mortan Rasmussen, sum er tiltakslimur í sama felag, so er Skúlanet ikki bara ein sólskinssøga, í øllum førum ikki í Skúlanum á Fløtum, har teir arbeiða. Skúlin á Fløtum er tann mest framkomni skúlin í landinum, tá ið talan er um telduútbúnað og tøkni, og allir næmingar frá triðja flokki og eldri og øll starvsfólkini hava teldur frá skúlanum. Og orsøkin til, at Sjúrður J. Ravnsfjall og Jens Mortan Rasmussen ikki hálova Skúlaneti, er, at henda nýggja skipanin hevur flutt KT-hjálpina, sum KT-vørðir áður hava kunnað veitt á staðnum, út úr skúlanum til Skúlanet at loysa. Við øðrum orðum: tá ið ein talgild talva ella onnur talgild amboð ikki rigga, sum tey eiga, so eru tað ikki longur KT-vørðirnir, sum skulu loysa trupulleikarnar, hóast teir eru á staðnum, og hóast teir duga at loysa trupulleikarnar og kunnu gera tað eftir nærum ongari tíð. Hetta elvir ikki bara til nógvar seinkingar og nógv avbrot í undirvísingini, men eisini stórar frustratiónir, ikki bara hjá KT-vørðunum, men serliga hjá lærarunum, sum brúka talgildu amboðini í undirvísingini, siga Sjúrður J. Ravnsfjall og Jens Mortan Rasmussen.
- Vit kenna alla tøknina og allan telduútbúnaðin í skúlanum sera væl og vita akkurát, hvussu vit kunnu loysa trupulleikar, tá ið teir koma í, og vit eru á staðnum. Nú Skúlanet er komið, kunnu vit bara staðfesta, at trupulleiki er íkomin, hvar hann er, hvør verður raktur av honum og so framvegis, og um ein KT-vørður ikki er til taks, skal lærarin, sum brúkar útbúnaðin, sjálvur ringja til Skúlanet at lýsa og greiða frá, hvat tað er fyri trupulleiki. Hetta er sera, sera tvørligt. Í fyrsta lagi steðgar undirvísingin púrasta upp av hesum, og lærarin má velja at gera annað enn tað, hann ætlar og hevur fyrireikað. Í øðrum lagi skal lærarin í telefonini lýsa og greiða einum á Skúlaneti frá einum KT-trupulleika. Tá ið tú skalt greiða frá slíkum, er ein fortreyt, at tú onkursvegna veitst, hvussu tú skalt lýsa trupulleikan – tað er kenna málið, sum verður brúkt í KT-høpi, hvussu alt eitur og so framvegis, og tað gera vanligir lærarar av góðum grundum ikki. Tíbetur eru lærarar fleksiblir; teir tillaga seg, tá tað er neyðugt, tað vil siga, at tá teldan ella talvan ikki vil, sum lærarin vil, so hevur hann eina aðra ætlan – hann hevur altíð plan b og c og so framvegis. Tað er bara spell, tá ið vit hugsa stóru íløgurnar, sum eru gjørdar í teldur, talvur og alt tað tøkniliga. Alt hevur riggað sera væl, tí hjálpin altíð hevur verið tøk. Tað er hon ikki á sama hátt nú, og tí kunnu lærarar missa álitið á tólunum.
Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2025.