Tíðindi

Kt-varðaútbúgvingin enn einaferð í óvissu

Kt-vørðirnir hava bíðað leingi, og teir skulu eftir øllum at døma bíða væl afturat. Sum skilst er sera ivasamt, um farið verður undir kt-varðaútbúgvingina í ár. - Tað líkist ongum, at Mentamálaráðið enn einaferð setir kt-vørðirnar til viks, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

23.01.2017

Samfelagið rópar eftir, at talgilding verður raðfest í fólkaskúlanum, og tí undrar tað formannin í Føroya Lærarafelag stórliga, at ætlaða kt-varðaútbúgvingin, sum í nógv ár hevur staðið fremst í røðini av eftirútbúgvingum og bíðað, enn einaferð tykist verða skotin út í framtíðina.
- Vit skilja ikki, at Mentamálaráðið ikki tekur hesa avbjóðingina í álvara. Tað er ikki bara at fylla skúlarnar við teldum og teldlum; teldur og teldlar í sær sjálvum tryggja ikki læring. Mentamálaráðið umber seg við, at tað eru kommunurnar, sum keypa telduútgerð til skúlarnar, og tí eru tað tær, sum skulu gjalda viðlíkahaldið. Trupulleikin er bara, at tað er eingin avtala millum partarnar um hetta, og tí kann henda umberingin ikki brúkast fyri enn einaferð at bremsa kt-varðaútbúgvingini. Fyrr enn ein avtala fyriliggur, sum staðfestir annað, so er støðan tann, at tað er landið, sum eigur uppgávuna.

Uppgávan at røkja tólini, tað vil siga teldur, teldlar og annan telduútbúnað, sum skúlin eigur og ognar sær, eigur ikki at liggja á herðunum hjá lærarum, tí hetta er ein teknisk uppgáva, ikki ein námsfrøðilig, sum er fremsta uppgávan hjá lærarum, heldur landsstýriskvinnan. Formaður Føroya Lærarafelags er ósamdur; hann heldur ikki, at myndina er so einføld .
- Er tað eingin á staðnum, tað vil siga í skúlanum, sum hevur vitan um, hvussu tólini virka og eiga at virka, hvørjir møguleikar liggja í talgildu miðlunum og so framvegis, so ber ikki til. At boðsenda teknikarum uttanífrá, hvørja ferð okkurt er áfatt; tað kemur altíð óvart á, tað fer bæði at seinka og dýrka, og tað verður ein stirvin skipan, tí í skúlanum skal útgerðin virka her og nú. Kt-vørðirnir tryggja dagliga raksturin av øllum telduútbúnaðinum hvønn einasta dag; at fara at ríva henda partin leysan av námsfrøðiligu uppgávuni hjá kt-vørðinum ber snøgt sagt ikki til. Hinvegin er tørvurin á útbúgving innan kt-frálærufrøðiliga partin stórur, bæði millum kt-vørðir og lærarar. Men kt-vørðirnir fara í langa tíð framyvir at vera undangongufólk, við vitan bæði á frálærufrøðiliga og tøkniliga økinum.

Hvørja ferð ein skúli keypir t.d. teldlar til næmingar, útloysir tað tímar til kt-vørð fyri røkt av teldlunum. At talgilda fólkaskúlan kostar pengar, vísir Herálvur Jacobsen á.
- Í Danmark raðfesta tey talgildingina; har hevur staturin játtað eina hálva milliard í tíðarbilinum 2012-2017 í stuðli til kommunurnar at menna talgildar loysnir í fólkaskúlanum. Tey eru virkin farin inn við einum politikki, sum sigur, at tey talgilda fólkaskúlan, og so taka tey hesa avbjóðingina á seg við m.a. at játta pengar til at menna frálærutilfar. Í Mentamálaráðnum hinvegin, so gráta tey, hvørja ferð ein skúli keypir teldur ella teldlar, tí tað útloysir tímar til kt-vørð, og tað kostar pengar. Umstøðurnar at talgilda fólkaskúlan í Føroyum eru reint sagt vánaligar, og størsta byrðan liggur á kt-vørðunum sum í mongum føri arbeiða yvir evni og onga formliga útbúgving hava. Vit hava sera avmarkaða nøgd av talgildum frálærutilfari á føroyskum, hinvegin er tað ein stór avbjóðing at velja og vraka millum útlendsk frálæruforrit, sum eru góð at nýta í undirvísing. Orsøkin til, at teldlar og telduútbúnaður yvirhøvur verða nýttir í skúlanum er eldhugaðir og framfýsnir lærarar; tað er ikki orsakað av einum yvirskipaðum politikki, sum Mentamálaráðið hevur stungið út í kortið. Skúlarnir royna í hvør sínum lag at fáa hetta at koyra, meðan man í Mentamálaráðnum bara situr og hyggur at.

Aðrar eftirútbúgvingar standa eisini fyri tørni, til dømis skúlabókavørðir.
- Verandi skúlabókavørðir eru útbúnir í eini tíð, tá høvuðsdentur var lagdur á prentaðar bøkur. Í summar koma nýútbúnir (skúla)vegleiðarar langt um leingi; 7 teirra í fólkaskúlanum. Í tøkum tíma fann onkur útav, at eitt land, sum ikki hevur vegleiðing til ungdómin, brýtur altjóða reglur. Vit eru alla tíðina eftirbátur, tá ið tað kemur til eftirútbúgving. Tá ið ein tørvur er nøktaður, bankar tann næsti á dyrnar, og soleiðis fer altíð at vera.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni