Tíðindi
10.03.2016
Í arbeiðstíðini hjá kt-vørðum er ásett, at kt-vørðinum verður latin 1,09 klokkutími um árið fyri hvønn næming og 1,24 klokkutímar um árið fyri hvønn lærara. Tímarnir verða býttir í lutfallinum 1/5 til undirvísing og 4/5 til fyrisiting.
Skulu vit tryggja okkum gott innihald í undirvísingini, er ikki nóg mikið, at lærari við kt-áhuga verður settur at røkja starvið sum kt-vørður.
Vit mugu seta í verk dagførda kt-varðaútbúgving!
Í fólkaskúlanum starvast kt-vørðir við meira enn 15 ára gomlum prógvi, og hesir skulu sjálvsagt dagførast, so teir hava sama prógv sum nýggju kt-vørðirnir.
KT-varðafelagið hevur upp í saman víst á tørvin, og tíbetur eru nøkur skeið skipað – eisini í samstarvi við MMR og NÁM. Men ávegis skeið eru bert brellbitar. Tørvur er á at lyfta kt-vørðirnar fakliga, fyri at stuðla undir, at næmingar og lærarar taka kt fram har kt er hóskandi.
Við eini dagførdari kt-varðaútbúgving seta vit út í kortið kósina fyri kt-nýtslu í fólkaskúlanum. Kt skal verða natúrligur partur í undirvísingini hjá bæði næmingi og lærara. Tá er tó ikki sagt, at kt skal nýtast í allari undirvísing, men lærarin eigur at duga at taka atlit til kt og at vísa næminginum á hóskandi møguleikar við kt.
Saman við tørvinum at skipa útbúgving, ið tekur námsfrøðilig atlit, hongur eisini tørvurin á tøkniligari hjálp her og nú. Tað nyttar lítið at skipa kt í undirvísingini, um ólag upp í saman er á ymsu amboðunum. Tí verður altíð tørvur á, at kt-vørður er á staðnum, ið eisini hevur kunnleika at loysa tøkniligar trupulleikar, tað veri seg á teldlinum, telduni, samvirknu talvuni, uppvørpuni, prentaranum, kopimaskinuni, servaranum, innanhýsis netinum ella samskiftinum út á alnetið.
Ymiskt er, hvussu skúlar eru fyri tøkniliga, og munur er á hvussu nógv amboð kt-vørðirnir varða av. Men í kjakinum, um tað er kt-vørðurin í skúlanum, ið stendur fyri “røkt av teldu”, ella um kommunan játtar fólki uttanífrá at seta í stand, eiga vit at hava í huga, at aloftast er tørvur á at greiða fløkjurnar beinanvegin. Tí mugu “land og kommunur” práta saman um kt-kósina, og hvussu kt-røktin verður loyst á fullgóðan hátt.
KT-varðafelagið hevur ynski frammi, at hitta MMR og Føroya Lærarafelag á fundi at umrøða nýggju kt-varðaútbúgvingina.
Meira um evnið:
http://www.skulabladid.fo/fo-FO/T%C3%AD%C3%B0indasavn/Eldri-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?PID=30&NewsID=8383
http://www.skulabladid.fo/fo-FO/T%C3%AD%C3%B0indasavn/Eldri-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?PID=30&NewsID=7427
Við bestu kt-ynskjum Jákup av Skarði