Tíðindi

Krúnan á skúlaverkið

Høvuðsorkan hjá Tórshavnar kommunu í skúlabygging er nýggi skúlin í vesturbýnum, ið hevur fingið navnið Skúlin á Fløtum. Sambært skúlabygnaðinum frá 2012 skuldi hesin skúlin verið liðugur í 2015 – í fyrraárið. Men ein drúgv og kompliserað tilgongd hevur verið atvoldin til, at skúlin stendur ikki liðugur fyrr enn í 2020

12.01.2017

Tað er altso ætlanin, at nýggi skúlin, Skúlin á Fløtum, skal vera liðugur í 2020. Henda skúlaætlan hevur kravt nógv av Tórshavnar kommunu.

- Tað er ógvuliga spennandi upp á tann mátan, at tað verður tann størsti fólkaskúlin í Føroyum í kapping við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.

Sigurð Ólason Vang, cand.merc.jur. er leiðari í Mentamáladeildini, sum m.a. umsitur fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál og tilhoyrandi stovnar í Tórshavnar kommunu.

Skúlin á Fløtum fer ætlandi at hýsa millum 850 og 900 næmingum, íroknað forskúlabørn, tí forskúli verður skipaður í nýggja stórskúlanum. Nýggi skúlin verður skipaður við trimum breytum frá 1. til 7. flokk, og fimm breytum fyri 8. og 9. flokk.

Tað hevur kravt rættiliga nógv av skúlaorkuni hjá kommununi at leggja teir báðar skúlarnar, Tórshavnar Kommunuskúla og Venjingarskúlan saman í ein skúla, Skúlan á Fløtum. Tað er ein royndur lutur í skúlahøpi í kommuni, at lærarar og næmingar í báðum skúlum hava dugað væl at laga seg eftir tí fløkta veruleikanum, at henda skúlaeindin er býtt sundur í fleiri bygningar ymsastaðni í býnum.

- Tað eru seks fysiskar lokatiónir í býnum, ið eita so fínt sum eindarnøvn, heldur mentamálaleiðarin fyri.

Sigurd Ó. Vang sipar til alla heildina, sum eitur Skúlin á Fløtum. Heildin er býtt sundur í eindina í FSF-húsinum í Gundadali, eindina í Kongagøtu, eindina á Frælsinum, eindina við Landavegin, eindina í Fríðrík Petersens gøtu og eindina á Argjavegi.

- Og sum eitt kuriosum, sum tey eru sera fegin um – eindin á Dímunarvegi 2 í Stóru Dímun.

Skúlin í Dímun hoyrir til Skúlan á Fløtum, hóast hann ikki er í Tórshavnar kommunu, men í Skúvoyar kommunu. Skúlin á Dímunarvegi í Dímun er fyrisitingarliga ein partur av Skúlanum á Fløtum.

Tað at byggja bygningar hjá tí almenna er oftast ein long og samansett tilgongd. Nýggi skúlin á Fløtum er einki undantak.

Nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu, ið varð skipað á nýggjárinum, arbeiðir nú víðari við stórverkætlanini, Skúlanum á Fløtum.


Myndin:
Tað hevur kravt rættiliga nógv av skúlaorkuni hjá Tórshavnar kommunu at leggja teir báðar skúlarnar, Tórshavnar Kommunuskúla og Venjingarskúlan saman í ein skúla, Skúlan á Fløtum

Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni