Tíðindi
10.08.2016
Tað vísir ein nýggj, stór kanning, sum hevur hugt at, hvørjir undirvísingarmiðlar verða brúktir í norskum skúlum, hvussu teir verða brúktir, og hvat teir verða brúktir til.
- Vit vildu finna út av, hvussu skúlastjórar og lærarar velja undirvísingarmiðlar og hvat hetta hevur at siga fyri læring, eldhugan hjá næmingunum og undirvísingina. Vit vóna, at vitanin, vit hava fingið, kann hjálpa okkum at skilja, hvussu næmingar læra í einum ógvuliga samansettum skúladegi, har siðbundnir undirvísingarhættir verða brúktir saman við nýggjum, talgildum loysnum, sigur Øystein Gilje, verktætlanarleiðari í Ark&App og granskingarhjálpari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking á Universitetinum í Oslo.
– Talgildir undirvísingarmiðlar í barnaskúlanum eru bara ein lítil partur av tilfeinginum, sum næmingar brúka í tilgongdini at læra, sigur Øystein Gilje.
Í 12 kanningum og trimum spurnablaðskanningum í einum tíðarskeiði á trý ár hava ymsir undirvísingarhættir verið kannaðir í lærugreinum, so sum samfelagsfrøði, enskum, náttúrulærugreinum og støddfrøði bæði í barnaskúlanum, miðnámsútbúgvingum og øðrum útbúgvingum.
Eitt av úrslitunum vísir, at næmingarnir ofta brúkar nógvar keldur, sum bæði byggja á bøkur og talgildar miðlar fyri at loysa uppgávur í bólki og sum einstaklingar. Tað er ein størri avbjóðing at lesa fleiri tekstir, har næmingurin má taka støðu til upplýsingar frá fleiri keldum, til dømis internetinum, enn at heinta allar upplýsingarnar úr lærubókum.
– Tað at brúka tekstir um sama evni frá ymiskum keldum, og sum kanska eru mótstríðandi, kann vera ógvuliga trupult hjá nógvum næmingum. Kanningarnar hjá okkum vísa, at arbeiðir tú við talgildum keldum, krevur tað, at lærarin rættleiðir bæði í sjálvum evninum, slagnum av uppgávu og ikki minst, hvussu næmingarnir brúka talgildu miðlarnar. At næmingarnir mugu megna hetta er ógvuliga avbjóðandi hjá næmingunum, og tað setir læraran í ein nýggjan leiklut, sigur Gilje.
Við fleiri keldum, sum hava ymiskar upplýsingar, má lærarin fyrireika seg nógv betur og byggja undirvísingina upp á øðrvísi hátt.
- Við nýggjum, talgildum undirvísingarmiðlum verður leikluturin hjá læraranum í floksstovuni ikki minni umráðandi. Greiningar frá floksstovum vísa, at leikluturin hjá læraranum sum vegleiðari er ógvuliga samansettur og í nógvum førum sera umráðandi fyri læringina hjá næmingum, sigur Gilje.
Talgildir undirvísingarmiðlar í floksstovuni hava eisini fyrimunir. Tí tað er júst fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, sum geva góð úrslit og eggja næmingarnar at lesa.
- Ja, er tað er avbjóðandi fyri lærararnar og krevur nógva orku at seta seg inn í nýggjar undirvísingarmiðlar, men megnar lærarin at sameina lærubøkur við nýggjar, kreativar undirvísingarmiðlar, eru útlitini fyri læring og motivatión nógv størri.
Kelda: forskning.no