Tíðindi

Kreppa í fólkaskúlanum?

Síðstu árini hava nógvar broytingar innan skúlagátt verðið umrøddar; summar liggja enn á gáttini, og aðrar eru framdar í verki. Ikki er altíð greitt, hvør logikkur ella vitan býr undir broytingunum. Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, skrivar.

14.02.2025

Tað var tann tíð, tá ið tað var sjálvsagt, hvat næmingar í okkara fólkaskúla skuldu læra. Spurnartekn var ikki sett við, hvørjar lærugreinar skuldu lærast, hvussu skúladagurin var skipaður, ella hvussu leikluturin hjá lærarunum var. Men tað er farin tíð – langt síðan farin tíð!

Virdi amerikanski granskarin innan sálarfrøði og læring, Jerome Bruner, vísti á, at okkara týdningarmiklastu amboð sum mannabørn eru málið og felagsskapurin við onnur. Hann vísti somuleiðis á, at aðaluppgávan hjá skúlanum er at stuðla menningini hjá barninum á hesum báðum økjum. Tað vil siga, at skúlin skal menna málsligu og sosialu førleikarnar hjá barninum, so tað verður ført fyri at seta orð á seg sjálvt og á umheimin, so tað kann fóta sær í tí mentanini, sum tað er partur av.

Skúlingin skal sostatt stuðla barninum at skilja seg sjálvt, sítt umhvørvi og geva tí møguleikar at ávirka egnar møguleikar og at seta sær eina kós fyri framtíðina.

Síðstu árini hava nógvar broytingar innan skúlagátt verðið umrøddar; summar liggja enn á gáttini, og aðrar eru framdar í verki. Ikki er altíð greitt, hvør logikkur ella vitan býr undir broytingunum.

Í fleiri umførum er fakliga innihaldið í skúladegnum broytt. Sum dømi kann nevnast P-fak-skipanin, tá ið handarbeiði, evning, tónleikur og smíð fóru í sama pott. Hví skuldi tað verða so gott? Hvat bygdi broytingin á? Hvørji faklig atlit vórðu tikin ígjøgnum broytingina? Eg veit ikki, um nakar kennir svarið, ella um tað bara varð gjørt, tí onkur annar aðrastaðni hevði framt broytingina frammanundan. Fakliga var broytingin ikki skilagóð, tí førleikarnir innan einstøku lærugreinarar fórust í stóran mun, og skapanargleðin køvd. Sama er hent við kunningarfakunum. Fakliga var tann broytingin heldur ikki skilagóð. Við broytingini minkaði fakligi førleikin og tilvitið hjá næmingum munandi. Vóru hesar skipanir nakrantíð eftirmettar? Er tað skilagott, at mann ikki eftirmetir og rættar kós?

Aðrir førleikar eru eisini farnir við tíðini. Eitt dømi er arbeiðið at geva næmingunum eina trygga handskrift. Summir næmingar læra at binda bókstavir saman í innskúlingini og tilogna sær soleiðis eina handskrift, ið er eitt munadygt amboð í gerandisdegnum. Teir skriva skjótt og lesiligt. Men tað er tilvild, um teir hava fingið atgongd til hetta amboðið, tí tað veldst um, um lærarin dugir at skriva samanbundna skrift og virðismetir tað. Hetta kann nú koma nógvum aftur um brekku, tí fleiri útbúgvingarstovnar krevja, at lesandi skriva við hond til próvtøkur.

Í 2013 kom broyting í námsætlanina, soleiðis at ikki var neyðugt hjá næmingum í framhaldsdeildini at lesa høvuðsverk. Hví kom henda broytingin? Hvat bygdi hon á, og hvat vildi mann við henni? Er hon nakrantíð eftirmett? Tað er ein sannroynd, at fleiri lesandi á hægri lærustovni ongantíð hava lisið eina bók.

Annað dømi er at læra høvuðrokning og tabell uttanat. Her er tað eisini tilvild og tilvit, ið ræður; summi læra tað, onnur ikki. Afturgongdin innan støddfrøðiliga førleikan er staðfest í PISA-úrslitunum, eins og lærarar á hægri lærustovnum innan náttúruvísindi hava varnast afturgongdina fyri árum síðan.

Kanningar vísa, at fakliga samskiftið í fólkaskúlanum í tímunum er viknað. Kjak og samrøða víkir í fleiri førum fyri skrivligum uppgávum. Lærarar grundgeva hesa broyting við, at næmingar ikki megna nóg væl at lurta eftir øðrum, at geva tol og at vera hugsavnaðir. Tað er lættari at halda skil á flokkinum, tá ið næmingarnir fáa eina ítøkiliga skrivliga uppgávu.

Nú stendur málførleikin fyri skotum.

Nú skulu fremmandamálini skerjast, og í hesum bólkinum verður danska málið nevnt saman við enskum og týskum. Vanligt er ikki at flokka danskt sum fremmant mál, hvørki málsliga ella politiskt. Føroyskt, íslendskt, norskt, danskt og svenskt eru í somu málætt, og tey eru øll runnin úr somu norrønu rót. Vit nevna málini í okkara grannalondum fyri grannamál. Tað eru ikki so mong hundrað ár liðin, síðan øll málini vóru eitt kontinuum; t.v.s. at øll málini vórðu roknað sum sama mál við variatiónum.

Danskt er tryggjað í heimastýrislógini, har ið tað stendur at lesa: ”Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum.” Við øðrum orðum hevur danskt serstøðu millum málini, sum verða lærd í fólkaskúlanum.

Eisini er tað samtykt í Norðurlandaráðnum í kunngerð frá 2006, at allir norðurlendingar skulu kunna samskifta á einum skandinaviskum máli.

Danskt hevur eisini ta serstøðu, at tað er eitt amboðsmál í okkara heimligu útbúgvingum. Lærubøkur eru í nógvum førum á donskum. Flestu føroyingar nema sær hægri útbúgving í Danmark ella hinum norðurlendsku londunum. Hetta krevur ein hollan málsligan førleika.  Vit vita øll, at undirvísingin í donskum er niðurlagað tey síðstu mongu árini. Lærarar hava í áravís gjørt vart við, at neyðugt er við tilfari til undirvísingina, ið er gjørt við støði í tørvinum hjá føroyskum næmingum. Einki er hent. Næmingar í 6. flokki siga í lesivanakanning, at teir lesa ikki danskar bøkur, tí teir duga ov illa danskt. Sera fáir lærarar hava valt sær danskt sum linjufak seinastu árini.

Samstundis er tað ein sannroynd, at stórur partur av teimum, sum fara uttanlands at nema sær útbúgving, fara til Danmarkar. Eisini tey, sum nú ganga á Glasi, siga, at tey vilja til Danmarkar at lesa. Foreldur siga, at tey eru málsligir hjálparar hjá sínum børnum, meðan tey lesa, tí annars megna børnini ikki lesturin. Tey hjálpa teimum at orða seg, og tey rættlesa fyri tey.

Hví vilja okkara skúlamyndugleikar skarva 8 tímar um vikuna av málfakunum? Hvør gransking vísir, at tað er skilagott og fremur læringina av málunum? Hví billar mann sær inn, at mann gevur næmingunum ein størri fakligan førning við at koyra tey heim? Er tað nakar,  sum veruliga trýr tí? Hvat fara børnini heim til? Tóm hús? Ger mann tað bara tí, at onkur annar hevur gjørt tað? Jú, danskir skúlar hava roynt hetta í tíðaravmarkaðum royndarverkætlanum.

Enskt og týskt standa eisini fyri skotum. Og somu spurningar kunnu setast, um okkara komandi ættarlið ikki hava tørv á góðum málsligum førleikum. Málsligur førleiki fremur innlit í aðrar mentanir og tolsemi; tað er ein týðandi málsetningur handan tað at læra onnur mál. 

Næmingar og lærarar hava altíð verið troyttir, tá skúladagurin nærkast endanum. Og lærarar hava altíð dugað at lagað seg til seinnapartstímarnar, so mest fæst burtur úr teimum. Lærarar eru kreativar sálir, ið síggja møguleikar heldur enn forðingar og bíligar loysnir.

Broytingar og tillagingar í fólkaskúlanum mugu grundast á ítøkiliga vitan og gransking og ikki gerast í óðum verkum. Tær bøtast ikki aftur!

Vit mugu minnast til, at fólkaskúlin er ein liður í einari longri ketu. Hann er krumtappurin í menningini hjá okkara børnum. Hann ber í sær framtíðar møguleikarnar hjá hvørjum einasta barni í okkara samfelagi.

Øll børn hava rætt til eina dygdargóða skúlagongd, har ið skúlagongdin fremur teirra málførleika, tí málið (plural: málini) og felagsskapurin við onnur er, sum Bruner vísir á, týdningarmesti grundvøllurin undir menningi og trivnaðinum hjá okkara børnum og samfelagi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni