Bloggur

Kreativa breytin er sum gjørd til mín!

Ingun Malunardóttir Háberg, læraralesandi, bloggar

06.11.2013

Mammufepurin hevur lagt seg. Ella. Hann hevur ikki lagt seg. Tað er allarhelst bara eg sjálv, sum havi vant meg við hann.
Í skúlanum eri eg so glað fyri, at eg havi valt júst ta kreativu breytina. Vit eru átta konufólk, sum ganga á somu breyt. Tað í sær sjálvum er kanska ikki so undurfult (ella kundu vit kanska av og á havt brúk fyri eitt sindur av testosteroni í flokshølinum), men allar eru vit áhugaðar í at læra tað, lærarin hevur ætlað okkum, vit klinga væl, og tað tykist, sum vit tíma ordiliga væl. Vit trívast við, at undirvísingin er so varierandi. Vit sleppa at royna okkum á nýggjum økjum, og vit sleppa at brúka hendurnar nógv.


Vit ganga í skúla tríggjar dagar um vikuna. Eitt sindur skiftandi er tað, hvussu nógvar tímar hvønn dag, men sum oftast eru vit liðug um hálvgum tvey tíðina. Vit hava um so ótrúliga nógv ymisk ting. Vit læra eina rúgvu um alt millum himmal og jørð. Vit hava havt um námsætlanir, um við, og hvussu hann skal turkast, um veður og vind, hava bygt drekar, vit hava dreyað ljósastakar, arbeitt við estetikki og sansing, kreativiteti, praktisk-musisku dimensiónini í undirvísingini, havt litlæru, arbeitt við glasi, seymað, bundið og lært fleiri mátar at tøva (sjálvt um eg ikki minnist, hvussu allir eita akkurát nú). Ja, eg kann blíva við at nevna ymiskt, vit hava lært og gjørt. Vit arbeiða í løtuni við endurnýtslu, økologi og burðardyggleika. Og í løtuni gera við hattar. Alt hevur verið so læruríkt, og tað, at lærararnir eru við í øllum, vit gera, gevur eisini íblástur til at sjálv hugsa um øðrvísi undirvísing enn bara ta traditionellu. Í øllum førum í mun tað ta undirvísing, eg eri von við. Eg haldi, at tað hevur verið nokk so nógv av tí á Læraraskúlanum, at lærarar tosa um, hvussu týdningarmikið tað er, at mann hevur annað enn talvuundirvísing. Hvussu hava teir undirvíst í tí:) Við talvuundirvísing! Men eg havi sum sagt fingið eyguni upp fyri øðrvísi undirvísingarhættum. Ikki bara í teimum sjálvsøgdu kreativu fakunum, men eisini, hvussu tað kann nýtast í teimum annars nokk so traditionellu fakunum, har mann heldur, at tað bert er ein máti at gera tingini. Á breytini havi eg lært nógv um meg sjálva og mína førleikar. Tað ger mann, haldi eg, tá mann sleppur at royna tað, mann lærir, í verki. Soleiðis munnu nakrir av mínum komandi næmingum eisini hava tað. Eitt afturat, sum eg hugsi nokk so nógv um, er, at tá eg komi út sum lærari og skal undirvísa í fólkaskúlanum, veit eg, at vandin fyri, at tú ikki sleppur at undirvísa í tínum linjufakum, er nokkso stórur. Men tá havi eg longu tann fyrimun, at eg havi arbeitt við námsætlanunum í øðrum fakum, enn mínum egnu, og eg havi nomið eitt sindur við øll fak – og so á ein kreativan hátt. Tað má vera ein fyrimunur. Hendan breytin er sum gjørd til mín.



Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni