Tíðindi

Kravdu lærugreinirnar nokk í sjálvum sær

Í fólkaskúlanum møta næmingarnir 11 ymiskum lærugreinum, ið eru kravdar, og tá eru ítróttur og handaverk og list ikki taldar við. Hetta eigur at vera nóg góð grund til at fáa atgongd til alt virksemi eftir fólkaskúlan, hvørt tað er at fara til arbeiðis, at fara í læru ella at fara á miðnám. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

16.07.2024

Kravdu lærugreinarnar í 8. flokki eru 30 tímar um vikuna. Tímatalið í kravdu lærugreinunum er vaksið seinastu árini, við at samfelagsfrøði er lagt aftrat tímatalvuni, og ein tími er í alis- og evnafrøði. Um næmingarnir í 8. flokki skulu velja sær fleiri vallærugreinir aftrat kravdu lærugreinunum, so blívur skúladagurin langur.

Um næmingarnir skulu tryggja sær atgongd til allar breytir á miðnámi, so mugu tey velja alis- og evnafrøði og týskt sum valfak, tí tað er ásett í kunngerð, at alis- og evnafrøði er krav á náttúrubreyt, og týskt er upptøkukrav til hugbreyt. Krøvini um alis- og evnafrøði og týskt gera, at skúladagurin kann blíva sera langur, og at tað ikki blívur pláss fyri, at næmingarnir kunnu velja sær aðrar vallærugreinar, so sum smíð, handarbeiði, tónleik, sjóvinnu ella køk. Alt lærugreinar, ið kunnu geva næmingunum góðar og øðrvísi førleikar enn tey bókligu fakini, sum fylla so nógv í skúladegnum.

Tá næmingar skulu velja sær vallærugrein í fólkaskúlanum, so eigur tað at vera eftir áhuga. Í dag eru tað í mongum førum krøvini um atgongd til miðnám, sum stýra valinum. Vit eiga at fara frá, at tað skal vera krav um ávísar vallærugreinar í fólkaskúlanum, fyri at hava atgongd til einstakar breytir á miðnámi, tí kravdu lærugreinarnar í fólkaskúlanum eiga at vera nokk í sjálvum sær. Á tann hátt hevði tað eisini verið pláss fyri, at næmingarnir kundu valt frítt millum valfakini.

Onkur kundi so spurt, um eingi krøv skulu setast næmingunum, sum ynskja at sleppa á gymnasialt miðnám. Sjálvandi skulu krøv setast næmingum, sum søkja víðari, hvørt tað er miðnám ella okkurt annað. Í fólkaskúlanum eru nógvar kravdar lærugreinar, tær áttu tryggjað eina góða og nøktandi grund hjá næmingunum, uttan mun til, hvar leiðin gekk. Um kravdu lærugreinarnar so eru tær røttu, tað er eitt viðkomandi kjak.

Tað er kanska neyðugt, at einstakar breytir á miðnámi seta næmingunum serstøk krøv til upptøku. Til tað kundi skipanin heldur verið eitt krav um, at næmingurin hevur staðið seg væl í nøkrum av kravdu lærugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri tí ávísu breytina. Eitt nú kundi kravið verið, at næmingar hava staðið seg væl í náttúrulærugreinum, fyri at fáa atgongd til náttúrubreyt, ella at tey hava staðið seg væl í málfakunum, fyri at fáa atgongd til hugbreytina. Á sama hátt kundi ein skipan um upptøkukrøv verið fyri aðrar breytir á miðnámi.

Sjálvandi skulu vit seta næmingunum krøv, men hvussu gera vit tað skynsamt? Tá næmingar søkja upptøku á miðnámi, so átti tað at verið eins góð trygd fyri, at best skikkaðu næmingarnir fáa atgongd til røttu breytina, við at seta krøv um støðumet í viðkomandi lærugreinum frá fólkaskúlanum, sum tað er í verandi skipan, at tað er krav um ávísar vallærugreinar í fólkaskúlanum.

Kravdu lærugreinarnar eiga at vera nokk í sjálvum sær. Vit eiga at broyta skipanina, so at eingi krøv skulu vera um ávísar vallærugreinar, fyri at koma inn á gymnasialt miðnám. Um tað er tørvur á at hava krøv til upptøku á miðnámi, so kundi skipanin heldur verið, hvussu næmingar hava staðið seg væl í nøkrum av kravdu lærugreinunum, ið eru viðkomandi fyri breytina. Á tann hátt høvdu næmingarnir at sloppið at valt vallærugreinar í fólkaskúlanum eftir áhuga, og miðnám hevði sett síni krøv til upptøku.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni