Tíðindi

Koronaskúlin varpar ljós á ein øðrvísi skúla

- Vit fara ongantíð at kunna seta næmingatalið í flokkunum niður í helvt, tí tað er alt ov kostnaðarmikið. Hinvegin kann man síggja fyri sær aðrar loysnir, sum til dømis at stytta skúladagin, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum

11.03.2021

Tað er eingin ivi í, at tað var strævið og krevjandi at vera lærari í koronaskúlanum. Lærarar skuldu eftir ongari tíð umstilla seg til fjarundirvísing, sum hjá teimum allarflestu var púra ókent. Tá ið skúlarnir lótu uppaftur, skuldu teir eisini venja seg við broyttar umstøður, eitt nú smærri flokkar. Summar av hesum broyttu umstøðunum hava varpað ljós á nøkur áhugaverd viðurskifti. Vit hoyra frá lærarum, at tað gav ein heilt annan arbeiðsfrið í flokkinum at hava so fáar næmingar í senn, at tað bar nógv betur til at næmingalaga undirvísingina, og eisini at næmingar, sum vanliga hava eina órógvandi atferð, vóru meiri samstarvshugaðir. Hjalmar Hansen sær tó ikki fyri sær, at tað fer at bera til at minka talið á næmingum í flokkunum so nógv, sum vit sóu í koronaskúlanum, tí tað er alt ov kostnaðarmikið.

- Tað er nógv gransking um, hvør floksstødd er tann rætta og skilabesta; flokkurin kann eisini verða ov lítil. Hesin spurningurin er øgiliga samansettur, og tað er ikki eintýðugt, hvat er tað rætta. Ein nýggj kanning í skúla í Føroyum vísir, at tað eisini gevur nógv at hava stórar flokkar, har fleiri lærarar eru um flokkin. Sjálvsagt skilji eg væl, at lærarin hevur betur tak á einum lítlum flokki enn einum stórum, og at hann hevur størri yvirskot at undirvísa. Vit fara tó ongantíð at koma hartil, at vit fara at seta næmingatalið í flokkunum niður í helvt, tí tað er alt ov kostnaðarmikið. Hinvegin kann man síggja fyri sær aðrar loysnir, sum til dømis at stytta skúladagin. Lærarar, sum undirvístu í koronaskúlanum, hava sagt, at teir sóu mun á, hvussu nógv næmingarnir orkaðu. Næmingarnir høvdu stuttan skúladag, og teir orkaðu væl at vera í skúla. Tað er ikki óhugsandi, at skúladagurin verður styttur, tí í Føroyum hava vit ein tann longsta skúladagin samanborið við, hvussu hann er í øðrum Norðurlondum. Mangan loysa vit eina avbjóðing við at játta fleiri tímar, men tíð í sjálvum sær loysir einki. Longdin av skúladegnum og tal av tímum er ikki tað avgerandi. Hvussu nógv tíð í skúladegnum er spilltíð, tí tað verður undirvíst fyri næmingum, sum ikki orka at vera í skúla, veit eg ikki. Sjálvsagt er tað eisini ein spurningur um at røkka øllum málunum í námsætlanunum í hvørji einastu lærugrein, og stytta vit skúladagin, skulu vit taka dagar ímillum, hvørjar lærugreinir vit skerja, og hvørjar vit raðfesta. Tá verða vit noydd at hugsa skúla, undirvísing og læring á heilt annan hátt og fara burtur frá lærugreinabýti og heldur tosa um evni og tvørtur um lærugreinir.

Hvussu royndirnar, ið koronaskúlin hevur givið skúlaverkinum, fara at verða brúktar, er ov tíðliga at meta um nú. Hjalmar Hansen ivast í, um skúlaverkið verður bíligari at reka við at leggja størri dent á fjarundirvísing, sum onkur hevur víst á.

- Spurningurin um sparingar í sambandi við koronaskúlan hevur als ikki verið inni í myndini. Heldur hevur tað týdning at viðgera royndirnar, vit hava gjørt okkum, soleiðis at vit læra av teimum og ikki bara detta aftur í tað, sum vit vanliga gera. Vit eru farin undir førleikamenning í kt-námsfrøði; tað er ikki eitt úrslit av koronu, vit høvdu sett skjøtul á hetta arbeiðið áðrenn í sambandi við stóru ætlanina at savna umsitingina av kunningartøknini í skúlaverkinum. Eg síggi fyri mær, at skúlaverkið fær størri orku at menna kunningartøknina, so hvørt røktin av telduútbúnaðin verður loyst frá skúlunum. Um stutta tíð fara vit at hava nógvar lærarar, sum eru væl fyri í kt-námsfrøði, og lærarar, sum fara at kunna leggja øðrum lærarum lag á.

Les samrøðu við Hjalmar Hansen í Skúlablað nr 1, 2021, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni