Tíðindi
19.05.2017
Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, lærari í Kolding, sum fyri trimum árum síðani fór undir at gera smáar temabøkur á netinum til undirvísing. Nú ber til at gera tína egnu bók at brúka í skúlanum.
Á blogginum hjá Birgiri Kruse kanst tú lesa um ferðina hjá lærarunum í Føroyum.
- Atlantbib.org er ein norðurlendsk verkætlan á netinum, ið eisini er ein bloggur og ein Facebooksíða, har endamálið er savna smáar bøkur í evni til undirvísing, á øllum málum, eisini finskum, sámiskum og grønlendskum. Í løtuni eru flestu bøkur danskar, svenskar, norskar og føroyskar, tí júst hesi lond eru við í verkætlanini, sum er knýtt at Nordplus skipanini, sigur Stefan.
Lesið meiri á: http://birkblog.blogspot.com/2017/05/kom-og-skriva-eina-bok.html