Tíðindi

Klára dreingir seg betur til próvtøkur enn gentur?

Svarið er ja, um vit samanbera próvtøkumet við ársmet, sum hvør næmingur fær í somu lærugrein í sama skúlaári. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd á Føroya Handilsskúla. Kanningin er ikki um, hvørt dreingir ella gentur klára seg betur í skúlanum, men leggur hon seg einans eftir at kanna munin ímillum ársmet og próvtøkumet. Hagtalsgrundarlagið er 815 karakterpør (815 ársmet og 815 próvtøkumet), har 444 karakterpør eru til gentur og 371 til dreingir.

08.06.2016

Í sambandi við eina ritgerð var ætlanin at kanna munin ímillum ársmet og próvtøkumet í lærugreinum við munnligum próvtøkum og í lærugreinum við skrivligum próvtøkum og at samanbera hesar munir. Karakterpør vórðu skrásett, sum skuldu brúkast til kanningina. Men meðan eg blaði ígjøgnum prógvini, leggi eg til merkis, at hjá gentum er próvtøku-miðal ofta lægri enn ársmiðal, og at hjá dreingjum er tað meira javnt, onkuntíð hægri og onkuntíð lægri.

Kanningin, sum byggir á tøl frá próvtøkum í 2006 og 2007, vísir, at í munnligum próvtøkum fingu dreingir í HH lægri ársmet enn gentur í miðal, men at dreingir fingu hægri próvtøkumet enn gentur í miðal. Í FHS fingu gentur somuleiðis hægri ársmet í munnligum enn dreingir, og tær fingu eisini hægri próvtøkumet enn dreingir í miðal, men her var munurin minni enn í ársmetunum, so her var tendensurin tann sami sum í HH.

Í skrivligum líktust HH og FHS eisini. Í HH var eingin munur á ársmetum hjá gentum og dreingum í miðal, men próvtøkumetini hjá dreingum vóru hægri enn hjá gentum. Í FHS fingu gentur heldur betri ársmet enn dreingir í skrivligum, men próvtøkumetini hjá dreingjum vóru betri enn hjá gentum.

Lesið greinina, sum Olav Absalonsen hevur skrivað, í nýggjasta Miðnámsriti, ið kann takast niður her: http://fh.fo/00288/

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni