Tíðindi

Klintrimús besta mentanarátak hjá Kringvarpinum

Haldi, at Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum er besta commodity, vøra, og besta vehicle, miðil og høvi at læra seg føroyskt, uttan at troyttast. Soleiðis skrivar Birgir Kruse í ummæli av Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.

12.10.2024

"Við eini frásagnargleði, sum endurspeglast í hvørjum setningi, klippi, sekvensi og broti, er hetta mentanarátak hjá Kringvarpinum einki annað enn framúr.

Frásagnargleði skal spjaðast út um alt landið, so børn taka við henni og teim upplivingum, har tey eru, og síðani fara at lesa, eru tey ikki longu byrjað. Tí lesing er ikki sum at siga tað. Millum yngstu bólkar at læra seg eitt mál, sprettir lesing fyrst og fremst úr innbjóðandi frásagnargleði, ið er livandi og viðkomandi í gerandisdegnum, har tú ert. Verður ikki farið skilvíst fram á hesum øki, so endurtaka vit ikki bara, men breiðka enn meir um ta djúpu gjógv, sum altíð hevur verið millum tey, ið lesa nógv og tey, sum lesa lítið. Kann væl vera, at skúlin er tann stovnur, sum uttan at vilja tað, fær lutin at repetera og sementera hesa stættarelvandi skeikling.”

Tað ber til at lesa alt ummælið av filminum um Klintrimus: https://birkblog.blogspot.com/2024/10/vit-fara-at-siggja-froyskan-film.html

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni