Tíðindi
02.03.2016
- Vit gjørdu eina samanlegging í fjør, tá vit samtyktu at seta nýggjan skúlastjóra at leiða báðar skúlarnar – bæði tað, sum vit kalla fyri Ósaskúlan, og Ziskatrøðskúlan. Vit hava eitt nýtt navn nú: Skúlatrøð. Tað er, at samanløgdu skúlarnir standa nú á Skúlatrøð. Nýggjur skúlastjóri í Klaksvík er Vagn Foldbo.
Við í tí er, at nú skúlarnir eru lagdir saman, verða teir eisini fysiskt lagdir saman í ein nýggjan stórskúla.
Tá nýggja navnið "á Skúlatrøð" varð avdúkað seint í fjør summar, segði Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar býráð og formaður í navnanevndini, fyri navnanevndina:
"Við navninum 'Á Skúlatrøð' verður lagt upp til, at skúlin er ein kveikjandi vakstrarmiðstøð fyri alt nærumhvørvið, har støðugt verður velt burtur úr nýggjum. Har børn og vaksin vaksa bæði fakliga, listaliga og menniskjaliga. Eins og trøðin gevur føðslu og lív til fenað av ymsum slag, er skúlin ein stovnur, har ymisku børnini vaksa seg búgvin til lívið".
Klaksvíkar býráð hevur sambært Jógvani Skorheim, borgarstjóra, lagt nokkso stórt fokus á sum býur at, nú hetta verður gjørt, fevnir tað í roynd og veru um tvær skúlamentanir, ið verða lagdar saman. Tvær ymiskar mentanir í tveimum ymiskum skúlum verða samansjóðaðar í eina mentan.
- Og tí hava vit eisini brúkt pengar til – sum býráð – at hjálpa leiðsluni í skúlanum at samantvinna hesar mentaninar, sigur borgarstjórin.
Hann sipar m.a. til, at fríggjadagin 15. januar høvdu allir lærararnir saman við stjóranum ein heilan temadag, tá tey m.a. gingu ígjøgnum tað at samansjóða mentaninar, og hvussu teirra fatan er av skúlanum. Dagurin endaði við, at tey ótu døgurða saman um kvøldið og høvdu tað stuttligt saman.
Tá ið Klaksvíkar kommuna fór undir hesa tilgongdina var tað ikki bara fyri at leggja saman, men eisini halda fast um hesar báðar mentaninar og fáa alt tað besta burturúr.
Henda tilgongdin hevur nú fingið ferð á seg, og hon heldur fram tey næstu árini, til tann nýggi stórskúlin á Skúlatrøð í Klaksvík er liðugur.
Um tann obligatoriska spurningin um forskúla, svarar Jógvan Skorheim, at við í byggiætlanini verður tørvurin á forskúla í Klaksvík kannaður. Tey hugsa forskúla í framtíðini.
- Men vit hava ikki gjørt nakað ítøkiligt fyri at sjóseta nakað sovorðið. Vit hava viljað hildið fokus á tey 10 árini, vit hava, frá 1. til 9. flokk og so hetta valárið við 10. flokki við sínum breytum, sum líkist breytarskipanunum aðrastaðni í landinum.
Myndin:
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, gongur framfúsur undan í tilgongdini at nýskipa skúlaviðurskiftini í Føroya næststørstu kommunu.
Tekstur og mynd: Sonne Smith