Tíðindi

Kjakið vendir skeivt

Sankta Frans skal ikki hava 8. flokk, men missa 7. flokk! Bergur Rasmussen, lærari, skrivar

04.06.2016

Nú Býráðið endaligt hevur avlívað Kommunuskúlan og sett byggingina av Skúlanum á Fløtum í gongd, sum flest øll okkara, ið starvaðust í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum síggja fram ímóti og helst eisini borgararnir, ið hava børn á skúlanum, átti býráðið at havt rygg til at staðið við sína avgerð.

Sankta Frans eigur ikki at fáa eina framhaldsdeild, heldur átti skúlin at mist sín sjeynda flokk fyri at vera í samsvar við galdandi hugsan um skúlan sum eina trý-býtta eind við grunddeild (1.-3. flokkur), miðdeild (4.-6. flokkur) og hádeild (7.-9. flokkur).

Ikki havi eg verið títtur gestur á Sankta Frans, men skilti á stjóranum í útvarpinum herfyri, at mann hevði tríggjar stovur, har 8. flokkur kundi húsast, tá stovurnar ikki vóru í øðrum brúki. Undarligt, at eingin spurdi spurningin, hvussu hugaligt tað fór at vera at ganga sum bukka millum sengur í herligari isolatión langt burturi frá sínum javnaldrum bara fyri at tekkjast nøkrum fáum foreldrum í einum valári.

Hvar fóru tankarnir um fakligu avbjóðingarnar hjá hesum tannáringunum?
Hvar fóru tankarnir um at víðka sjónarring teirra?

Havið vælsignaðu politikarar ta virðing fyri framtíðini hjá hesum skúlabørnum og gevið teimum tað, sum serfrøðin mælir til. Eina ordiliga hádeild, har 7. flokkur sleppur "upp" millum tey eldru at ganga. Tað hevði lætt um royndirnar at gjørt størri og fakliga meiri gevandi eindir úti um landið, samstundis sum argumentið fyri at varðveitt t.d. grunddeild og/ella miðdeildina í heimbygdini, har tað gevur meining, hevði styrknað.

Aftrat tí er tað eisini á Skúlanum á Fløtum lagt upp fyri í byggiætlanini, at sjeyndu flokkarnir verða taldir við, tá ið tað um hádeildina ræður. Bæði pedagogiski og fakligi logikkurin talar eisini fyri hesum. Tí har hendir eitt lærugreinaskifti frá sætta til sjeynda flokk, har nakrar lærugreinir detta burtur, og aðrar koma til. Tað hevði tí sømt seg, tóku býráðspolitikarar í Havnini atlit til hesa sannroynd og skipaðu skúlabygningin í kommununi hareftir.

Lat endiliga Sankta Frans standa sum eitt hugnaligt alternativ til vanligu kommunalu skúlarnar, ið kanska ljóðar fínari hjá foreldrunum, tá tey tosa við grannarnar, um hvar børnini ganga í skúla; men tó bert til og við sætta flokk.

Lat tá børnini fáa somu møguleikar, sum børnini í øðrum skúlum. Lat tey tá sleppa at fáa nýggjar spennandi avbjóðingar, har tey sleppa at mennast saman við sínum javnaldrum.
Lat okkum taka skúlabygnaðin í álvara - barnanna vegna - og skipa hádeldina, soleiðis sum hon er hugsað.

Vit hava sæð hesi árini, Kommunuskúlin orsakað av tungu gongdini at leggja skúlaviðurskifti um her í høvuðsstaðnum, hevur húsast ymsastaðni í býnum, at børnini ikki brotna av at skifta millum bygningar, heldur tvørturímóti.

Hugsið tykkum, hvussu tað hevði verið, um politikarar fóru at tosa um skúlan sum tað hann er - ein stovnur, ið mennir børnini og tey ungu og ger tey sosialt og fakliga før fyri at taka lut í samfelagsmenningini - heldur enn bert at síggja skúlan sum ein bygning, ið er lætt atkomiligur hjá foreldrunum at seta børnini av at verða ansað av vónandi ábyrgdarfullum vaksnum, meðan mamma og babba eru úti og forvinna til lívsins uppihald.

Tað hevði verið ein fongur fyri framtíðar Føroyar. Hvør veit, tað hevði kanska eisini bøtt upp á kappingarførið hjá landinum?

Passandi kundi verið við at byrjað við at sagt Sankta Frans blankt nei, tit fáa onga framhaldsdeild, sjálvt um tað er valár!

Børnini hava uppiborið, at teirra menning verður tikin í álvara!
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni