Tíðindi

Karmar mugu skapast fyri øktari gransking í námsfrøði og skúlaviðurskiftum

Hetta er neyðugt um ferð skal koma á námsfrøðiliga gransking. Tað sigur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.

19.08.2024

Landsstýrisfólk eftir landsstýrisfólk siga, at vit skulu granska meiri í evnum, sum hoyra skúlaverðini til. Sama siga forfólk eftir forfólk í Lærarafelagnum, og leiðslurnar, sum hava verið á Námsvísindadeildini, hava víst á tað sama. Hóast øll tykjast samd um hetta, so gongur tað stiltið at fáa veruliga ferð á granskingina innan námsfrøði og skúlaskap. Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari, sigur, at skal gongd koma á gransking á Námsvísindadeildini, mugu vit  skapa karmar fyri, at tað ber til.

- Gransking krevur nógva fígging, og við verandi fígging eru karmarnir á Námsvísindadeildini ov trongir til, at vit kunnu granska nakað munandi. Haraftrat ger tað seg galdandi, at tað ikki ber líka væl til at útvega privata fígging til námsfrøðiliga økið og skúlaøkið, sum tað ger á øðrum granskingarøkjum. Eg havi tó eina vón um, at hetta fer at verða broytt í næstum. Í mínum hugaheimi er tað sera umráðandi at fáa ferð á gransking á Námsvísindadeildini, ikki minst við tí fyri eyga at menna skúlaverkið.

Frágreiðingar hava víst, at samanborið við aðrar útbúgvingar á Setrinum stendur fíggingin til læraraútbúgvingin í stað. Frida Poulsen heldur, at hetta mugu vit fáa broytt, soleiðis at gransking á deildini kann verða raðfest hægri.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni