Tíðindi

Kanningar og royndir kunnu vera góður stuðul

Skulu næmingar í Føroyum taka lut í altjóða PISA-kanningini og heimligu landsroyndunum? Føroya Lærarafelag heldur, at kanningar og royndir kunnu vera góður stuðul, um tær verða brúktar rætt.

13.08.2024

PISA-kanningin heldur okkara skúlaskipan upp ímóti eini skipan, sum OECD setir sum fastapunkt. Tað er, at OECD setur sítt skúlaideal upp, og so mátar PISA, hvussu ymiskar skúlaskipanir samsvara við PISA-idealið.

- Føroyski fólkaskúlin samsvarar ikki væl við PISA-idealið, og tað eiga vit at taka til okkum og gera neyðugar tillagingar. Eitt gott dømi um eitt viðkomandi úrslit frá PISA er, at okkara næmingar megna illa í støddfrøði at nýta rokniark og dynamisk geometriprogramm, tá teir loysa uppgávur. Hetta var eisini ein av høvuðsorsøkunum til laka PISA-úrslitið í støddfrøði. Úrslitið samsvarar við tað, sum vit síggja í okkara undirvísing í støddfrøði, har lítil og eingi krøv eru um at nýta rokniark ella dynamisk geometriprogramm, hvørki í námsætlanini ella í uppgávunum til fráfaringarroyndina, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Tá PISA-úrslitið frá seinastu kanningini var almannakunngjørt, vóru tað røddir, sum søgdu, at hetta vóru ræðandi tíðindi um fólkaskúlan, og at meira enn undanførslur skuldu til at vinna á hesum.

- Løgtingslimir, tíðindafólk og onnur hava eisini verið frammi við, at næmingar og lærarar eru dumpaðir, nú úrslitini í PISA-kanningini ikki vóru góð. Dára tala og órógvandi umrøða av PISA-kanningini og fólkaskúlanum frá ráðandi fólkum. Men hóast villeiðandi umrøðuna av úrslitunum frá PISA-kanningini, so skulu vit framhaldandi vera við í PISA-kanningini, men vit skulu læra okkum og onnur, at umrøða og nýta PISA-kanningina sum ta kanning hon er. Tá kanningar verða gjørdar í fólkaskúlanum, so seta tær kósina so ella so, hvørt vit vilja tað ella ikki. Tað, sum nevndin í Lærarafelagnum hevur arbeitt fyri, er, at lærarar og skúlastjórar eru við, tá kanningarúrslit skulu greinast, og átøk skulu gerast, fólkaskúlanum at gagni. Tí tað eru lærarar og skúlastjórar, sum dagliga dríva verkið, sum vit best hvat rørir seg í skúlanum. Okkara mál er einki um læraran uttan um læraran. Tá lærarin verður viðgjørdur, so má lærarin vera við.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni