Tíðindi
25.05.2021
Hetta er ein kanning, sum hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum. Sí meira um kanningina her: http://www.health.fo/verk%C3%A6tlan.
Tey, ið standa fyri verkætlanini, vilja hava svar frá øllum arbeiðstakarum í Føroyum; endamálið er at betra um arbeiðsumhvørvið.
Tað er Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið stendur fyri kanningini, og verkætlanarleiðari er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og pdh. Eru spurningar, ber til at venda sær til annika@health.fo.
Á myndini Annika Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðari.