Tíðindi
08.05.2023
Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðarum, ið hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær tvey leiðslustarv í fólkaskúlanum.
Talan er um starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla, umframt tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla.
Í Kaldbaks skúla eru 24 næmingar í 1.-6. flokki og 7 næmingar í forskúla. Tríggir lærarar og ein námsfrøðingur umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum. Í Sumbiar skúla eru 35 næmingar í 1.–7. flokki, og tríggir lærarar umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.
Størvini eru til setanar 1. august. Freistin til bæði størvini eru úti tann 22. mai 2023.