Tíðindi

Jónleif verður stjóri á Skúlatrøð

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Jónleif Johannesen í starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð.

16.08.2024

Jónleif er 46 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 2004, hevur diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu og  ein part av leiðsluútbúgving á masterstøði innan námsfrøðiliga leiðslu, umframt longri skeið í leiðslumenning.

Jónleif hevur starvast sum lærari og AKT – lærari í Føroyum, og hevur bæði verið nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

Jónleif hevur hollar leiðsluroyndir innan fólkaskúlan. Hann hevur verið fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi og varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla. 

Seinasta hálva árið hevur hann arbeitt sum fulltrúi á fólkaskúlaøkinum í Undirvísingarstýrinum, har hansara arbeiðsøki m.a. hevur verið at skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Jónleif tekur við starvinum sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð 1. septembur 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni