Tíðindi

Jólini eru gávutíð

Børnini gleða seg. Vit vaksnu leggja nógv fyri, at alt skal verða klárt til stóru høgtíðina. Hugni, matur og gávur. Hetta er ikki tíðin at ørkymlast og hugsa tankar, ið ikki eru um reyðar sloyfur og knirkandi jólapappír

07.12.2016

Soleiðis leggur Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, orðblindalærari og nevndarlimur í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, fyri í sínum jólabrævi í sambandi við, at Løgtingsins fíggjarlóg 2017 skal samtykkjast í seinasta lagi 31. desember 2016.

Jólini eru gávutíð, skrivar Gyðja.

- Men hóast tað, so eru vit nøkur, ið ikki ordiliga kunnu sleppa gleðini leysa. Akkurát sum tá tú hevur ein stein  í skónum, sum liggur har og minnir teg á, at tú skalt ikki ganga her og  vera alt for glað, so liggur hetta og gnagar, og vit fáa ilt, ikki bara  í fótin.

Tey í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik,  góvust í Lesihúsinum í Tróndargøtu í Havn 24. november. Vikuna fyri var uppslag at lesa á uppslagstalvuni, har tey vórðu biðin um ikki at taka nakra undirvísing ella líknandi upp á seg áðrenn 4. januar 2017. Var onkur, ið hevði hjálp fyri neyðini, til dømis til hjásitara til próvtøku, noyddust tey at fara til avvarðandi stovn at biðja tey gjalda.

Tí at teirra játtan fyri árið 2016 er uppi.

- Arbeiðið er tó ikki uppi, sigur Gyðja Hjalmarsdóttir.

Vanligt er, at børn og foreldur eru so findarglað, tá ið tey fáa jólafrí, men eingin í Tróndargøtu gleddist.

Tvørturímóti. Tey vildu so fegin arbeitt fram til jóla. Teirra vinnuháskúlanæmingar, næmingar í Tekniska Skúla, setursnæmingar, teirra bólkur av fólki, ið ongan kjans høvdu, tá ið tey gingu í skúla, og so tey skúlabørnini, ið hava funnið eina trygga læriholu hjá teimum í Tróndargøtu 40 í Havn. Tey gleddust ikki.

Kanska hava hesir næmingar, hesi fólk kent á sær, at tey, sum undirvísa í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, eru heldur ørkymlað í løtuni.

Tann frammanundan lítla játtanin hjá felagnum, 1,6 milliónir krónur á fíggjarlógini, er skerd 200.000 krónur. Tað eru ómetaliga nógvir pengar í teirra arbeiði, og nú bíða tey spent eftir, hvat fer at henda við aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini.  Tey vóna, at hesar 200.000 krónurnar verða lagdar í aftur teirra játtan.

- Uttan at fornerma nakran ella at virka sjálvglað, so haldi eg, at vit  róliga kunnu staðfesta, at vit vita best, hvat tørvur er á okkum og okkara arbeiði. Argumentið at skerja okkum er, at okkara arbeiði er partur av fólkaskúlanum. Skilji hvør, ið skilja vil, skrivar Gyðja.

- Tørvurin hvørvur ikki fyri tað, um fólkaskúlin nú hevur orðblindascreening í 3. flokki og  aðrar royndir í 4. flokki og 6. flokki. Tíverri má eg siga, at tað øvuta er veruleikin.

Ongantíð fyrr hava so nógv sperd foreldur vent sær til teirra í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, tí barn teirra er "dumpað" til orðblindatestina, og skúlin hevur einki at bjóða.

- Og annað er so, at okkara arbeiði í høvuðsheitum vendir sær til aðrar  aldursbólkar enn fólkaskúlan. Fólkaskúlanæmingar upptaka umleið 25 prosent av okkara virksemi. Tey, ið ikki hava lesi- og skrivitrupulleikar tætt inn at sær, kunnu ikki ímynda sær ta sorg, tað stríð og strev, hesi børn, foreldur og ungu í útbúgving annars hava. Og so tey, sum ongantíð fótaðu sær, tá tey gingu í skúla. Hesi eru okkara næmingar.

- Tað er eingin, ið ger tað arbeiði, vit gera. Vit gera ikki bara nakað við lesi- og skrivitrupulleikar, vit gera nakað við alt menniskjað, og tað er ógvuliga umráðandi.

Tað kann vera, at ein næmingur hevur spurningar til Almannaverkið ella skúlaverkið, so hjálpir felagið næminginum. Altso, tað steðgar ikki í úthurðini her. Tey koma inn og fáa staðfest  trupulleikan, sum ofta ikki er so einfaldur, sum tað sær út í fyrstu atløgu. Yvirhøvur hanga aðrir trupulleikar uppií. So hjálpa vit at fara við honum til viðkomandi skúlar, lærupláss og Mentamálaráðið viðhvørt, tí onkustaðni er hann steðgaður upp í systeminum, sigur Gyðja Hjalmarsdóttir.

Hon skrivar, at hetta menniskjað fer ikki til Mentamálaráðið og krevur sín rætt. Felagið fyri Lesi- og Skriviveik er tann røddin, sum veit, hvat næmingarnir hjá felagnum hava rætt til. Har gera tey tað, tey eru ment –  við sínum førleika – at leggja viðurskiftini hjá næminginum til rættis.

- Vit gera alt fyri okkara næmingar, rætt og slætt alt!

Fólkaskúlin roynir at gera sítt fyri sínar næmingar, men nógv verður lagt á skúlan at orðna, og seinasta átakið er orðblindatestir. Tað átti at  verið so gott, so gott,  men tá neyðugu játtanirnar at taka fylgjurnar av testunum ikki fylgja við, so er lítið vunnið, og so leita tey sær hjálp í Lesihúsinum í Tróndargøtu. Og eisini tað hava tey í Tróndargøtu 40 merkt í hesum skúlaárinum.

Aðrir lærustovnar megna ikki at taka sær av sínum lesiveiku og orðblindu. So skulu tey skerjast, fer tað at merkjast hart hjá nógvum. Tey í felagnum hava hoyrt, at ein orðblindaflokkur er á Sankta Frans, men eingin veit at siga um henda flokk, og einki orð stendur á heimasíðu skúlans. Tey hava spurt seg fyri, men eingin skúli, tey hava tosað við, er kunnaður um nakran orðblindaflokk, og Mentamálaráðið svarar ikki fyrispurningi um hetta, so tað taka tey sum eina leysasøgu.

- So kanska skilja tit, at hesin steinurin liggur her og gnagar seg gjøgnum hold og skinn, og jólagleðin ikki ordiliga vinnur inn? Hvat sker, um vit missa okkara játtan? spyr Gyðja, sum leggur dent á, at tey eru best útbúgvin at taka hesar trupulleikar á seg.

Orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar, Feuerstein-instruktørar. Hesir undirvísarar gera so fegin tað arbeiði, ið skal til. Men fíggjarligu karmarnir mugu eisini vera til staðar, skrivar hon og endar:

- Okkara jólaynski er, at játtanin fer at halda tørn. So rista vit skógvin og halda jól.

Gleðilig jól!

Myndin:

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, orðblindalærari og nevndarlimur í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, sigur, at Fólkaskúlin roynir at gera sítt fyri sínar næmingar, men nógv verður lagt á skúlan at orðna, og seinasta átakið er orðblindatestir. Tað átti at  verið so gott, so gott,  men tá neyðugu játtanirnar at taka fylgjurnar av testunum ikki fylgja við, so er lítið vunnið

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni