Bloggur
06.12.2019
Eldri eg verði, styttri tykist eitt ár at vera. Nú eru vit longu í desember aftur, og jólini eru í hondum. Tann síðsti mánaðin í árinum, har man skal renna skjótari enn nakran av hinum mánaðunum, tí øll skulu náa so nógv. Barnagarðar og skúlaflokkar hava jólahald, nógva staðni hava framhaldsdeildirnar jólagallaveitslu, ítróttarfeløgini hava jólahugna, arbeiðspláss og bindiklubbar hava jólaborðhald, man skal skoyta og hyggja at jólabýnum í SMS, kanska ein túr til Æðuvíkar at hyggja at jólapyntinum, umframt orðna jólagávur og gera tað jólaligt heima hjá sær sjálvum. Har, sum fólk koma saman, ja, har mugu tey eisini hava nissuvinir, sum tey gleða við gávum umframt spæla pakkaspæl. Nærum helvtin av øllum føroyingum fer uttanlands onkran jólatúr, tí tað er eftirhondini eisini farið at hoyra til. Harumframt skal man hugna sær heima, baka, gera jólapynt, gera pakkakalendara til børnini, lurta eftir jólatónleiki og finna jólagleðina fram. Ája, og so hava vit eisini tveir barnaføðingardagar í desember. So, tá jólatræið á Vaglinum verður tendrað, kann tað samanberast við, tá eitt marathon verður skotið í gongd!
Altso, hví er tað blivið so? Hvat var tað, sum hendi? Hví skulu jólini vera so materialistisk, og hví skulu gávurnar verða størri fyri hvørt ár? Hví skulu jólahald vera allastaðni, har børn og vaksin dagliga eru? Er tað veruliga neyðugt? Tey flestu hava ikki tíð at gera jólapynt ella jóladekoratiónir heima, tí nú skulu tey gera tað alla møguliga aðra staðni. Avleiðingin er fyri nógvar familjur tann, at øll hesi jólahaldini gera, at familjan als ikki hevur tíð at vera heima saman sum familja.
Er nakar eydnusamari á jólum í dag, enn tey vóru fyrr, tá man ikki skuldi renna so skjótt? Er hetta ikki at gera okkum øllum eina bjarnatænastu, at hoppa við á hendan vognin, sum handlarnir í stóran mun standa á odda fyri? Eg havi altíð elskað jólini, og havi altíð glett meg langa tíð frammanundan. Tað geri eg enn, men eg má viðganga, at eg mangan havi sitið við eini keðiligari kenslu, tí eg veruliga ikki dugi at síggja, at vit verða glaðari av øllum hesum, sum er farið at hoyra til jólini, heldur tvørturímóti. Eg minnist einaferð eg fór sleipandi við børnunum til jólahald hjá einum teirra, og yngru systkini grótu og illa lótu, tí tey orkaðu ikki. Tit kunnu fyristilla tykkum, hvussu hugnaligt tað varð fyri familjuna? Jólahugni? Nei, at kalla tað jólaóhugni vildi verið betur hóskandi!
Eg haldi, at fólk gera meira burtur úr at pynta heima hjá sær sjálvum enn nakrantíð fyrr, og tað verður eisini gjørt nógv fyrr enn fyri nøkrum árum síðan. Eg hugsi, um hetta kanska hevur okkurt at gera við, at man veruliga ynskir at koma í jólahýr? At man leingist eftir at merkja jólagleði? Vit ganga nokk øll við somu ynskjum og kenslum, um at hava tíð at vera saman og hugna okkum saman við okkara nærmastu. Eg ivist ikki í, at børnini vildu havt stóra gleði av at havt møguleika til at gjørt eyka nógv saman við foreldrunum júst í desember, og tey hava kanska aldrin hava so stóran tørv á tí, sum júst tá. Stress og larmur standa beinleiðis í mótsøgn til tað, sum eg haldi vera jólaligt, so í staðin fyri allan hendan larmin allastaðni, so skuldi borið til at farið onkra staðni, har tað var friður.
Latum okkum fáa jólafriðin aftur, og lat okkum fáa tíð og umstøður at finna jólagleðina fram <3