Tíðindi
19.04.2023
Játtanin til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál eigur at verða hækkað
Síðsta skúlaár vóru 4,5 milliónir krónur brúktar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál; økið hevur fingið størri játtan, men ikki samsvarandi ta upphædd, sum er brúkt.
Undirvísing í føroyskum sum annaðmál hevur verið raðfest hægri seinnu árini, men ikki í tann mun, sum hetta økið kostar. Síðsta skúlaár vóru 4,5 milliónir krónur brúktar til økið. Økið hevur fingið størri játtan, men ikki samsvarandi ta upphædd, sum er brúkt. Samgonguskjalið nevnir, undir “Føroyskt sum annaðmál”, at fleiri tímar skulu játtast til undirvísingina til børn. Hvat ætlar landsstýrismaðurin á økinum?
- Sjálvsagt eigur meiri peningur at verða settur av til hetta økið; hvussu nógv tori eg ikki at siga enn, men vit eiga at raðfesta økið. Nógv er sett í verk seinastu árini, og mín varhugi er, at tað hevur eydnast væl. Tað, sum tað snýr seg um, er at skapa so góðar umstøður hjá tilfytarum fyri málmenning og integratión sum til ber. Í hesum sambandi hevur fólkaskúlin so ómetaliga nógv at siga, tí júst har hava næmingarnir felagsskapin og javnaldrarnar, sum teir kunnu læra so nógv av. Tað leggur lunnar undir, at barnið betur kann verða integrerað í føroyska samfelagið. So pengar mugu eisini fylgja við, so teir fáa so góða undirvísing sum til ber, sigur Djóni N. Joensen.
Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum er fleirfaldaður eftir fáum árum. Fyri tveimum árum síðan metti Undirvísingarstýrið, at nýtslan til hesa undirvísingina var farin frá 2 til 5 milliónum eftir fáum árum, uttan at játtanin til fólkaskúlan var vaksin samsvarandi. Við øðrum orðum er játtanin til “vanliga” fólkaskúlan minkað.
Undirvísingarstýrið fær tvífalt so nógvar umsóknir um tímar, sum játtað verður. Í nógv ár hevur verið søkt um tímar til oman fyri 300 næmingar; í ár er talið higartil 329. Í grein á heimasíðu Skúlablaðsins í januar segði Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, at skulu allir tímarnir játtast, sum søkt verður um, so átti játtanin at verið tvífalt so stór. Summir skúlar søkja um tímar til næmingar, sum tørvar hesa undirvísingina ár eftir ár, men tað er játtanin ikki nóg stór til, og tað heimildar kunngerðin heldur ikki. Tá ið játtanin til alt økið er avmarkað, so verður raðfest og hugt at einstøku umsóknunum, hvussu væl grundaðar og lýstar tær eru, hvaðani næmingarnir koma, hvat móðurmálið er og so framvegis.
Tey, sum sambært kunngerð hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Næmingar, sum ikki hava lært føroyskt, hóast teir búgva í Føroyum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum máli og mentan. Næmingarnir kunnu vera tilflytarar, næmingar, sum búgva í Føroyum, har annað ella bæði foreldrini hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands.
Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál heimilar undirvísing í móttøkuflokkum. Sum er, eru tveir móttøkuflokkar fyri næmingar í fólkaskúlanum, annar í Tórshavnar Kvøldskúla og hin í Runavíkar skúla.