Tíðindi
14.12.2016
Skal fólkaskúlin støðugt vera í menning, má pláss vera fyri royndar- og menningarvirksemi. Tí hevur landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, tikið avgerð um at tvífalda játtanina til royndar- og menningarvirksemi.
- Hetta er gjørt tilvitað, tí vit vilja seta ferð á royndar- og menningarvirksemið. Hetta ber til, tí at minni verður brúkt til rætting av skrivligum avrikum. Hvørja ferð minni verður brúkt á fólkaskúlaøkinum á einum øki, verða pengarnir verandi í skipanini og nýttir til annað, sum gagnar fólkaskúlanum. Fólkaskúlan er einasta økið av teimum mongu, sum eg umsiti, sum verður fult framskrivað. Vit skulu hava ein fólkaskúla, sum støðugt er í menning, eitt nú skulu námsfrøðiligu leiðslurnar styrkjast, soleiðis at tær ganga undan í menningini av einstaka skúlanum úti í økjunum, vit skulu hava førleikamenning úti í økjunum, og vit skulu hava ein skúla, har vit hava rúm fyri menning og refleksjón.
Mentamálaráðið fær nógvar umsóknir um royndar- og menningarvirksemi, og nú fer tað at bera til at játta fleiri, av tí at játtanin verður økt. Umsóknirnar, sum koma inn og verða játtaðar, fara eisini at verða sjónligar og tøkar hjá øllum at síggja, sigur landsstýriskvinnan.
- Á henda hátt fer at bera til at síggja, hvat rørir seg í fólkaskúlanum. Umframt fara vit at skipa so fyri, at tað, sum verður sett í gongd, verður eftirmett, og úrslitini fara eisini at verða almenn. Tað ber ikki til, at tað er bara ávísi skúlin, sum fær gagn av eini verkætlanin, tá ið tú setir eitt ella annað menningarvirksemi í gongd. Onnur mugu eisini kunna læra og fáa gagn av tí. Vónandi fara skúlarnir at seta nógv virksemi í gongd, eksperimentera og royna nýggjar og øðrvísi leiðir, og at vit onnur kunnu læra av teimum. Hetta at tú fert undir eitt tiltak, ongantíð eftirmetir og onnur fáa ikki atgongd til tað, skal verða ein farin tíð.