Tíðindi

Játtanarleisturin ger skúlarnar ótryggar

Játtanin er ótrygg frá ári til ár, tí leisturin roknar játtanina til einstaka skúlan sambært næmingatalinum uttan at hyggja støðuni og tørvinum í einstaka skúlanum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

23.08.2023

Hvørt skúlaár sita skúlaleiðarar og bíða eftir, hvør játtanin til skúlan verður komandi skúlaár. Tað einasta, sum er vist, er, at játtanin er tepur. Tá skúlar so hava fingið avmarkaðu játtanina til komandi skúlaárið, mugu skúlaleiðarar taka tvey prosent burtur av til vikarpuljuna, sjálvt um játtanin bara røkkur til neyðuga virksemið. Tí byrja skúlarnir í troti. Hetta hevur tíverri verið veruleikin í langa tíð, uttan at vilji hevur verið at gera nakað við støðuna.

Tá skúlar fáa játtanina til skúlaárið, so er hon neyvt útroknað til eitt minstamark fyri virksemið, sum eigur at vera í skúlanum, tað er m.a. kravdu lærugreinirnar, nakað til vallærugreinir og sonevndu miðfirraðu játtanina, sum skal nýtast til stuðul og eykahjálp til næmingar, sum hava ilt við at fylgja við í vanligu undirvísingini. Tá skúlin má taka tvey prosent burtur av játtanini til kravda virksemið og flyta yvir til vikarpuljuna umframt at leggja upp fyri, tá lærarar eru burturfrá einstakar dagar, so sigur tað seg sjálv, at tað manglar í.

Vikartímapuljan átti at verið løgd omaná, eftir at játtanin til kravda virksemið var roknað út. Sum er, má skúlaleiðarin velja, hvørjum virksemi vikartímapuljan skal takast av í skúlanum. Tað eru fáir møguleikar hjá skúlaleiðaranum at niðurlaga virksemið í skúlanum fyri at spara, tí undirvísingin er bundin í lógini, og tí gongur tað ofta út yvir miðfirraðu játtanina. Hetta er sera óheppið, tí talið á næmingum, ið hava tørv á eini hjálpandi hond, er stórt.

Játtanin er eisini ótrygg frá ári til ár, tí leisturin roknar játtanina til einstaka skúlan sambært næmingatalinum uttan at hyggja støðuni og tørvinum í einstaka skúlanum. Smáar broytingar í næmingatalinum kunnu hava stóra ávirkan á játtanina til skúlan. Hetta ger seg millum annað galdandi fyri játtanina til lærararnar á førleikastovuni, har játtanin fylgir nøkrum trinum, og fáir næmingar færri kunnu merkja, at skúlin fer eitt trin niður og missir nógv av játtanini.

Játtanarleisturin ger parttíðar størv til lærararnar, og hesum mugu vit koma frá. Tá allir lærarar í starvi í skúlanum hava fingið uppgávur til komandi skúlaár, so er ein partur eftir, sum í umsóknunum eftir lærarum verður nevnt avlopstímar. Hetta ger, at nýútbúnir lærarar, sum eru spentir at royna seg í yrkinum, fáa bjóðað eitt parttíðarstarv. Hetta átti at verið broytt, so at játtanin til skúlan varð rundað til fulltíðarstørv. So sloppu vit undan so nógvum parttíðarstørvum.

Hvørt ár manglar skúlum lærarar, stutt eftir at skúlaárið er byrjað, tí at ein lærari skal í barsilsfarloyvi, ella ein gerst sjúkrameldaður. Tá ið skúlar søkja eftir einum lærara í oktobur, so er trupult at finna lærarar, tí teir, sum ikki fingu nakað starv í juni, ofta hava funnið sær annað starv. Skúlarnir áttu heldur at byrjað skúlaárið við eitt sindur fleiri lærarum enn minstamark. Á tann hátt hevði skúlin havt eyka orku at tikið av, tá ein lærari má frá í eina tíð. Tað hevði eisini verið tryggari, tí so kendi avloysarin skúlan.

Skúlarnir mugu fáa eina eina størri trygd fyri játtanini frá ár til ár. Vit mugu koma frá, at játtanin til skúlarnar byggir á ein leist, sum ger, at játtanin kann broytast munandi, sjálvt um næmingatalið bara broytist við fáum næmingum, og sum ger, at vit hava so nógv parttíðarstørv. Og so eigur vikarpuljan at verða løgd aftrat kravda virkseminum.

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2023.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni