Tíðindi
17.01.2017
Í Mentamálaráðnum verður arbeitt við eini vegleiðing til dagstovnar um, hvussu starvsfólkini kunnu stuðla heildarmenningini hjá tvímæltum børnum.
- Vit eru komin væl áleiðis við tí arbeiðinum. Samgongan arbeiðir eisini við at orða ein integratiónspolitikk. Tað er ásett í fólkaskúlalógini, at næmingar, sum hava føroyskt sum annað mál, í hóskandi vavi fáa undirvísing í føroyskum; børn undir skúlaaldur kunnu eisini fáa líknandi málsligan stuðul. Mentamálaráðið hevur eisini sett skjøtul á eina skipan, ið fatar um undirvísing og integrering av fremmandamæltum næmingum; vit eru ikki komin á mál við tí enn, sigur Rigmor Dam.
Landsstýriskvinnan leggur afturat, at tá ið talan er um integratión, eigur at verða hugsað um ætlanir, sum fevna bæði um tey vaksnu og børnini.
- Tað eru nógv foreldur í okkara samfelag í dag, sum ikki duga føroyskt; ein integratiónsætlan fevnir bæði um børn og vaksin, og tað er soleiðis vit hugsa í politiska arbeiðinum. Vit vita, at summir dagstovnar hava nógv børn, sum eru tvímælt; vandin við einki at gera er, at bæði móðurmálið og annað málið verða við sviðusoð; vit mugu eisini virða, at barnið hevur eitt móðurmál, og at tað eisini mennist í tí.
Tríggjar, ið lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini, hava í eini ritgerð viðgjørt spurningin, hvussu børn, sum hava fleiri enn eitt mál, verða integrerað í dagstovnunum í Føroyum. Í stuttum er niðurstøðan tann, at av tí at eingin integratiónsætlan er á dagstovnaøkinum, er tað upp til hvønn einstakan stovn og eldhugað starvsfólk at gera av, hvussu tvímælt ella fleirmælt børn verða integrerað; í ritgerðini kemur eisini fram, at tað er misjavnt, hvussu tilvitað starvsfólkini á dagstovnunum eru um týdningin at integrera tey fleirmæltu. Integratión er inkludering, og verða hesi børnini ikki integrerað, meðan tey ganga á dagstovni, er hugsandi, at tey heldur ikki verða integrerað og inkluderað, tá tey koma í skúla. Samrøða er við tær tríggjar í Skúlablaðnum, sum kom í desember.