Tíðindi
16.01.2017
Stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið; tað halda tær tríggjar, Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, sum hava skrivað bacheloruppgávu um evnið. Men hvat eigur at verða niðurfelt í eina integratiónsætlan?
- Tað týdningarmesta í eini góðari integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið er, at námsfrøðingarnir eru tilvitaðar um, hvussu umráðandi tað er at integrera øll børn, og at námsfrøðingarnir eru samdir um, hvat tað merkir. Málið er so grundleggjandi, og tí mugu námsfrøðingar vera tilvitaðir um, hvussu umráðandi tað er, at øll børn, eisini tví- og fleirmælt, verða integrerað málsliga og mentanarliga. Um somu tíð er eisini umráðandi, at námsfrøðingurin viðurkennir móðurmálið hjá børnunum. Og integratiónsætlanin eigur at leggja upp fyri, at námsfrøðingar læra um hesi viðurskifti, tá ið tey lesa til námsfrøðing.
At integrera merkir í hesum førinum í stuttum at menna føroyska literacyið hjá tví- og fleirmæltum børnum; yvirskipað merkir literacy lesing, skriving og mál í ymiskum samanhangum umframt tilfeingi og førleiki at avkoda, skilja og nýta tekin; tá ið talan er um dagstovnaøkið, merkir literacy, at námsfrøðingurin setir føroysk orð á alt, sum verður gjørt, í spæli, práti og samrøðu, at námsfrøðingurin lesur, syngur og rímar, og í grundini alla tíðina er tilvitaður um at geva børnunum orð, nógv orð og leggur íkast afturat, soleiðis at orðfeingið hjá barninum veksur.
- Vit kunnu læra av teimum, sum hava royndir á økinum, til dømis dagstovnum í Danmark; har er ikki óvanligt, at nøvnini á børnum standa skrivað bæði á málinum, haðani barnið er ættað, og á donskum. Tað er ein máti at viðurkenna upprunan hjá barninum. Vit hava eisini sæð góð dømi um integratión á stovnum í Føroyum, sum vit hava vitjað; til dømis skipaði ein stovnur fyri, at matur var gjørdur, sum kom frá teimum londunum, børnini komu frá, mammur komu á stovnin at syngja sangir á móðurmálinum hjá barninum umframt annað, ið var gjørt. Nógvir stovnar hava eisini heimskortið á vegginum og so framvegis.
Kanningin, sum tær tríggjar hava gjørt, byggir á spurnablað, sum 54 námsfrøðingar, hjálparfólk og onnur, ið starvast innan námsfrøðiliga økið, hava svarað; umframt hava tær gjørt eygleiðingar á stovnum og tríggjar kvalitativar samrøður við námsfrøðingar fyri at útgreina ymsar spurningar.
- Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tilvitaður námsfrøðingurin er um at integrera tví- og fleirmælt børn; summir gera sær ikki far um, at hetta í grundini kann vera ein stór avbjóðing. Nógvir námsfrøðingar eru ógvuliga tilvitaðir um, at málslig integratión snýr seg fyri ein stóran part um at seta orð á alt, sum tey gera saman við børnunum, og alt, sum tey síggja heilt frá børnini eru í vøggustovualdri, sigur Katja Frederiksberg.
Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Í sambandi við uppgávuna hava tær kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Niðurstøða teirra er, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið.
Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum kom í desember.