Tíðindi

Integratión er fyribyrging

Út frá kanning og uppgávu, sum tær tríggjar, Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, hava gjørt, kunnu vit útleiða, at tví- og fleirmælt børn á dagstovnum verða ikki nóg væl integrerað; summir dagstovnar gera nógv og eru ógvuliga tilvitaðir um at integrera tví- og fleirmælt børn, meðan aðrir eru knapt so tilvitaðir.

02.02.2017

Siga vit, at børn, sum hava fleiri enn eitt mál, verða ikki nóg væl integrerað, meðan tey ganga á dagstovni, er hugsandi, at tey heldur ikki verða nóg væl integrerað, tá ið tey koma í skúla.
- Hetta snýr seg fyri ein stóran part um fyribyrging; verða tví- og fleirmælt børn ikki nóg væl integrerað, meðan tey ganga á dagstovni, er stórur vandi fyri, at tey detta niðurímillum og smokka afturút málsliga, mentanarliga og sosialt; eru børnini ikki integrerað, meðan tey ganga á dagstovni, verður avbjóðingin upp aftur størri í skúlanum. Tá skulu tey fyrihalda seg til føroyskt á skrift og talu allan dagin, og megna tey ikki tað og at samskifta nóg væl á føroyskum, er hugsandi, at tey verða eftirbátur og við sviðusoð. Avbjóðingin verður bara størri, eldri tey verða, um hond ikki verður tikin um tey alt fyri eitt tey eru partur av føroyska samfelagnum. Bæði dagstovnur og skúli mugu taka ábyrgd og ikki skjóta ábyrgdina frá sær og siga, at hin eigur ábyrgdina, siga tær tríggjar.

Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Í sambandi við uppgávuna hava tær kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Niðurstøða teirra er, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið. Kanningin, sum tær hava gjørt, byggir á spurnablað, sum 54 námsfrøðingar, hjálparfólk og onnur, ið starvast innan námsfrøðiliga økið, hava svarað; umframt hava tær gjørt eygleiðingar á stovnum og tríggjar kvalitativar samrøður við námsfrøðiligar fyri at útgreina ymsar spurningar.

Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum kom í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni