Tíðindi

Inklusjón er grundleggjandi visjónin

Tað er altíð ein javnvág millum inkluderandi skúlan og dygdargóðu sertilboðini, har næmingar eisini kunnu verða inkluderaðir. Tað sigur Joan Knudsen, fulltrúi og forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt frágreiðingina Børn við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum

22.06.2023

Tilmælið Børn við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum vísir á inklusjón sum grundleggjandi visjón. Frágreiðing við tilmælum varð handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, í februar. Í tilmælinum eru níggju ymisk átøk, sum eru ætlað at hjálpa, tá ið avbjóðingar í fólkaskúlanum vísa seg. Málið er at fáa fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp til einstaka næmingin.

Um skúlin skal vera eyðmerktur sum ein inkluderandi skúli, so eigur hann at bjóða øllum næmingum vælkomnum sum heilir og virknir luttakarar í skúlafelagsskapinum, har rúm er fyri menning og læring. Sambært hesi fatan av inklusjón verður fjølbroytni bjóðað vælkomið í skúlanum og sæð sum eitt ríkidømi fyri skúlaumhvørvið.

- Grundhugsanin í eini inkluderandi skúlaskipan er jú, at næmingarnir eru til staðar, eru virknir, taka lut, kunna mennast, og at teir kenna seg ynsktar, sigur Joan Knudsen.

Dentur verður í tilmælinum lagdur á, at inkluderandi skúlin ikki er eitt nýtt heiti fyri sernámsfrøði ella virksemi og bara ætlað ávísum bólkum av næmingum. Heldur royna inkluderandi skúlar í størstan mun at sleppa sær av við heiti sum næmingar við serligum tørvi, tí henda eyðmerking av einstaklinginum setir fokus á trupulleikar og avbjóðingar hjá tí einstaka. Í inklusjónsmáli verður heldur tosað um forðingar viðvíkjandi lærdómi og luttøku.

- Um vit hyggja at teimum níggju átøkunum í tilmælinum, so er einki inklusjónsátak. Tó skínur inklusjónshugsanin ígjøgnum ymisku átøkini. Til dømis átøkini um co-teaching, at útbyggja tvílæraraskipanina, at serfrøðin verður tættari skúlanum og harvið næmingunum og teirra avvarðandi og eisini við átakinum um eftirútbúgving og menning av námsfrøði.

- Hetta verður gjørt fyri at styrkja førleikarnar innan skúlagátt, tí tað er altíð ein javnvág millum inkluderandi skúlan og dygdargóðu sertilboðini, har næmingar eisini kunnu verða inkluderaðir. Sum er, veksur talið av næmingum í sertilboðum skjótt, kanska ov skjótt, og vit nærkast nú tølunum í grannalondum okkara. 

Støðan, barnið er í, er ofta avgerandi fyri, um barnið møtir avbjóðingum ella ikki. Vit skulu tí eyðmerkja forðingarnar, sum í grundini kunnu vera allastaðni í skipanini, t.d. í skúlanum, í stuðulsskipanum, í galdandi skúlalóggávu og í samfelagnum sum heild.

- Um næmingurin passar best inn í ein serflokk og verður inkluderaður har, so er tað sjálvsagt besta loysn fyri hendan. Men kann hetta við tíðini gerast ov avmarkandi fyri næmingin? Og hvussu er tá við heimaflokkinum, kundu vit kanska skipa tað øðrvísi, so tað ber til at vera oftari inni fyri at varðveita sambandið við hinar næmingarnar og eitt nú fáa fleiri felagsupplivingar? Og oftari at vera inni í lærugreinum, sum næmingurin megnar? Her eru fleiri áhugaverdir spurningar, sum vit áhaldandi eiga at spyrja okkum sjálv, so vit sum fakfólk møguliga gerast rúmligari og síggja fleiri møguleikar, enn vit gera í dag.

Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2023. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni