Tíðindi

Inklusjón krevur politiskan vilja og broyttan hugburð

– Arbeiðshátturin krevur nýhugsan og dirvi at ganga nýggjar leiðir, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum heldur, at føroyski fólkaskúlin eigur at fokusera meira upp á inklusjón.

17.03.2022

Føroyski fólkaskúlin er ikki nóg inkluderandi. Tað heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

– Í Føroyum hava vit í grundini lítið og einki orðaskifti, hvørki um vit skulu hava ein inkluderandi skúla, ella hvussu hann skal skipast, sigur hon.

– Í dag hava vit, samanborið við onnur lond, fáar serflokkar og bara ein serskúla. Í so máta kunnu vit siga, at vit hava ein inkluderandi fólkaskúla. Tó kann hetta merkja, at vit hava ymiskar næmingar á sama stað uttan tó, at skúlin arbeiðir við inklusjón fyri eyga.

Hvørjar fyritreytir eru fyri at inklusjón skal eydnast?

– Tá ið vit síggja skúla og undirvísing í ljósinum av inklusjón eru avgjørdar fyritreytir. Tí mugu vit ikki halda, at inklusjón er nakað, sum vit bara bestemma okkum til, og so gera vit tað, sigur Tóra við Keldu.

– Vandi er tá fyri, at fatanin av inklusjón verður skeiklað, soleiðis at veruligu krøvini hvørva ella ikki verða tikin í álvara. Inklusjón krevur politiskan vilja, broyttan hugburð og fleiri møguleikar fyri broytingum hjá skúlaleiðslum, lærarum og starvsfólki annars, sigur Tóra við Keldu.

Hon vísir á eitt tilmæli, sum Mentamálaráðið fekk handað í 2014 um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlaøkið.

– Í tilmælinum verður staðfest, at 0,72% av næmingum í fólkaskúlaaldri ganga í serskúla. Eftir tølunum at døma sær tað gott út, men at næmingarnir eru á sama stað, tryggjar ikki inklusjón, sigur Tóra við Keldu.

Inklusjón skal fyrireikast væl

Eitt nú kunnu vit læra av royndum, danir seinastu árini hava gjørt sær, heldur hon.

– Har varð gjørd ein ambitiøs politisk dagsskrá við ynski um økta inklusjón í fólkaskúlanum. Fleiri næmingar við serligum tørvi vórðu fluttir úr serflokkum og serskúlum og gjørdust ein partur av vanligu undirvísingini. Fakliga úrslitið skuldi eftir ætlan gerast betur og skuldi betra um trivnaðin, sigur hon og vísir á, at har gekk tó ikki sum ætlað.

– Inklusjón er nevniliga ikki nakað, sum vit bara velja at gera, men hon skal fyrireikast væl, vit skulu vita, hvat vit vilja, og seta nøktandi tillagingar á ymisku økjunum í verk, sigur Tóra við Keldu, sum heldur, at inkluderandi skúlin krevur servitan í mun til einstaklingin.

– Arbeiðshátturin krevur nýhugsan og dirvi at ganga nýggjar leiðir. Tí hugsi eg, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvønn fólkaskúla vit ynskja okkum. Í dag eru broytingar á veg. Vit fáa fleiri serflokkar, enn vit fyrr hava havt, sigur hon og spyr:

– Er tað rætta leiðin at fara? Og hvussu tryggja vit okkum fakfólk, ið eru latin í til fleirtáttaðu uppgávurnar, tá ið næmingarnir eru ymiskir?

Tekstur: Pætur Hjalmar Evenson


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni