Tíðindi

Inklusjón krevur samlæring

Tá ið tosað verður um inklusjón, verður lagt upp til, at fólkaskúlin møtir tørvinum hjá einstaka næminginum, og tað kann vera krevjandi og krevur samstundis servitan. Tað sigur Mary-Ann Zachariassen, lærari í Fuglafjarðar skúla.

20.08.2024

- Grundleggjandi er inklusjón persónstongt, tí tað veldst bæði um avbjóðingina og um karmarnar. Tí eigur í hvørjum einstøkum at verða mett føri um, hvat best er fyri næmingin. Um avbjóðigin er samansett, so kann tað geva meining at tillaga undirvísingina. Sernámsfrøðin leggur í dag dent á, at næmingar sum heild eru sum mest inni í flokkinum, og at karmarnir og námsfrøðin inni í flokkinum verða lagað einstaka næminginum. Tá koma vit eisini inn á hugtakið og tankan um samlæring.

Í tilmælinum frá arbeiðsbólki um broytingar í fólkaskúlalógini, sum varð handað í 2023, stendur, at samlæring, eisini kallað co-teaching, hevur sum endamál at styrkja inklusjónina í vanliga flokkinum. Í 1995 var fyrsta allýsingin av samlæring skrivað, og hon sigur, at samlæring er, tá ið „tvey ella fleiri professionell starvsfólk útvega týðandi undirvísing til ymiskligan ella blandaðan næmingabólk í einum einstøkum fysiskum rúmi.”

- Um vit veruliga vilja hava inklusjón, so er samlæring fyritreyt. Lærarar mugu kennast væl og duga at samstarva. Um inkluderandi skúlin skal gerast veruleiki, er eisini neyðugt at samstarva nógv meira, enn lærarar eru vanir við. Lærarayrkið hevur leingið verið eitt einsligt starv, og hetta hevur givið lærarum ein sterkan samleika eisini í, hvussu undirvíst verður. Teir hava funnið sær sínar mátar at undirvísa. Men samlæring krevur orku og hug til samstarv, og at tíð verður sett av til saman at leggja undirvísingina til rættis.

Vit skulu møta næmingunum eins og lógin og sáttmálarnir siga, og tað sigur vanligt vit og skil okkum eisini. So spurningurin er bara hvussu, heldur Mary-Ann.

- Tá ið vit, sum arbeiða við børnum, fara til arbeiðis, eiga vit at spyrja okkum sjálv, hvat barnasýni vit hava. Tað er so grundleggjandi. Um vit hava ta forfatan, at hetta bara er ein vanligur almennur fólkaskúli, og at vit bara vænta, at serskúli er fyri tey, sum hava serligan tørv, so útihýsa vit fleiri næmingum og geva til kennar, at øll ikki passa inn í vanliga fólkaskúlan. Her skulu vit eisini hava í huga, at serflokkarnir, sum í dag gerast alt vanligari, ikki gerast ov stórir, og at vit sum fakfólk vilja hava ov nógvar næmingar har. Fyri summi er serskúli besta val, og tá er vandin, at næmingarnir missa sambandið við nærumhvørvið og vinirnar heima.

Áhugavert er at eygleiða, at næmingar við serligum tørvi ofta hava lætt við at finna sínar líkar í serstovuni, og tá kann tað knappliga vera onkur, sum til dømis spyr, um tú tímir út um kvøldarnar. Tað er so gott fyri næmingarnar, heldur Mary-Ann.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni