Tíðindi

Inklusión og strongdir lærarar

Um myndugleikin ynskir ein inkluderandi skúla, so er at gjalda tað, tað kostar. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

03.03.2017

Tað nýggja hugtakið, inklusión, hevur ført við sær, at lærarar tey seinastu árini alt meiri skulu rúma næmingum við serligum tørvi.
Tankin aftan fyri inklusión er, at tað er best hjá børnum at vera saman við javnaldrum. Tá verður hugsað um sosialisering og um felagsskapin/samfelagið, tí vit skulu øll virka fyri tolsemi og virðing. Trivnaðurin hjá einstaka barninum er í hásæti. Hetta er heilt víst ein vakur tanki, og eingin fer at tala at hesum. Grundgevingin fyri at seta í verk inklusión er at virka fyri felagsskapinum í einum demokratiskum samfelagi.

Samstundis sum myndugleikin setir í verk inklusión, verða námsætlanirnar í øllum lærugreinunum broyttar. Lærarin skal seta mál fyri fakligu menningina hjá næminginum og fylgja væl við, hvussu gongst. Næmingurin skal vegleiðast í, hvussu hann nær málunum. Foreldrini skulu kunnast um, hvussu fakliga støðan hjá næminginum er í lærugreinunum, og hvussu næmingurin klárar seg sosialt. Harafturat skulu næmingarnir gerast vanir við at taka skrivligar royndir: landsroyndir í 4. og 6. flokki og jóla- og páskaroyndir í 8.-10. flokki. Grundgevingarnar fyri at broyta námsætlanirnar er, at tað fakliga skal styrkjast hjá tí einstaka, umframt at tey skapandi evnini skulu mennast.

Tað ber illa til at leggja eina undirvísing til rættis, sum tekur støði í bæði inklusión og tí fakliga, tí áhugamálini hava frá byrjan hvør sítt mál, tey krossast. Annað tekur útgangsstøði í næminginum og hitt í felagsskapinum.

Ein annar trupulleiki er næmingar við so ólátaðum atburði, at tað órógvar undirvísingina í flokkinum. Her er eisini talan um næmingar heilt niður í 1. flokk, sum hava gingið í barnagarði, oftast við stuðli, men sum koma sum óskrivað blað og við ongum stuðli í skúlan. Tað er ilt at siga, hví summir næmingar hava ein óvanliga ófantaligan atburð. Er talan um manglandi umsorgan, ávirkan av telduspølum, filmum o.l., ella okkurt heilt annað?

Tíverri hendir tað ofta, at tann einstaki lærarin hoknar undir arbeiðsbyrðuni, áðrenn næmingurin fær hjálp. Hann roynir sítt besta fyri at fáa eina inkluderandi og fakliga undirvísing at hanga saman. Miseydnast hon, so kennir lærarin seg hava ábyrgdina, kennir seg ikki vera nóg dugnaligan, og hann stríðist enn meiri. Tískil er bara spurningurin um, hvussu long tíð gongur, áðrenn lærarin missir fótafestið.
Mentamálaráðið hevur, síðan inklusiónstankin varð settur í verk, miðvíst boðið lærarum hóskiligar eftirútbúgvingar: orðblinda-, AKT- og serlærarar og lesivegleiðarar, og í summar verða støddfrøðivegleiðarar lidnir. Allir eru partar av førleikastovu skúlans, og tíðin fer at vísa, hvussu teirra leiklutur viðvíkjandi inklusión fer at hepnast.

Spurningurin um inklusión í skúlanum er ikki tongdur at ávísum lærara, sum hevur næming við serligum tørvi. Inklusión er ein torgreidd uppgáva. T.d. krevst samstarv millum skúlaleiðsluna, førleikastovuna, læraratoymini, Sernám, sosialu myndugleikarnar og foreldrini. Ein reyður tráður skal síggast aftur í mátanum, ið arbeitt verður, vildi eg mett.

Tíðin frá tí, at lærarar floksins hava ávíst næming til kanning, til hjálpin fæst, eigur at vera so stutt, sum gjørligt. Sum nú er gongur upp til ár. Tað syrgiliga er, at tímarnir, sum skúlin fær til hesar næmingar, er minkandi. Tímarnir eru ikki grundaðir á vælundirbygdar umsóknir, sum vísa á staðfestan tørv, men heldur á, hvussu fíggjarligi karmurin hjá Sernámi er. Um myndugleikin ynskir ein inkluderandi skúla, so er at gjalda tað, tað kostar.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni