Tíðindi

Ikki øll børn gleða seg til jóla

Seinasta ár fekk barnatelefonin hjá Børns Vilkår í Danmark meiri enn 200 samrøður jóladagarnar; samrøðurnar vóru frá børnum, sum ikki høvdu tað gott

22.12.2016

Tað var ymiskt, hvat hesi børnini stríddust við; summi høvdu angist, onnur kendu seg einsamøll, summi høvdu sjálvskaðandi atferð og sjálvmorðstankar - og nógvar samrøður vóru eisini frá børnum, sum vildu tosa um, at foreldrini drekka, eru harðlig, fremja kynsligan ágang og hava sálarligar líðingar.

- Hjá nógvum børnini eru jólini ein høgtíð, tey gleða seg til at vera saman við familjuni, men soleiðis er ikki hjá øllum. Vansorgan og truplir tankar kunnu gerast verri, um tað er ein væntan um, at alt er so hugnaligt, sigur Rasmus Kjeldahl, stjóri í Børns Vilkår.

Á barnatelefonini hoyra ráðgevarnir mangan, at børnini og tey ungu hava roynt at tosa við onkran vaksnan um trupulleikarnar, men rópini frá børnunum verða mangan ikki tikin í álvara.
- Tí hava vit víðkað telefontíðirnar um jólini. Er talan um svik, so sum kynsligan ágang, harðskap, drykkjuskap, so kunnu børnini fáa ein hjásita frá Børns Vilkår, ið hjálpir barninum til dømis við at sleppa heimanífrá, sigur Rasmus Kjeldahl.

Tilsamans fekk Børns Vilkår 777 uppkall jóladagarnar seinasta ár. Meiri enn triðja hvørt uppkall snúði seg um trupulleikar, so sum sjálvmorðstankar, einsemi og angist, umframt drykkjuskap hjá foreldrunum, harðskap, misnýtslu og sálarligar trupulleikar. Umframt fingu 3 børn ein hjásita, og í tveimum førum  vórðu mál meldað til barnaverndina.

https://bornsvilkar.dk/nyheder/ikke-alle-born-glaeder-sig-til-jul

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni