Tíðindi

Ikki rúm fyri nýhugsan í fólkaskúlanum

- Vit fegnast um, at landsins myndugleikar hava framskrivað játtanina til fólkaskúlanum tað, sum svarar til lønarhækkingar og øktar pensjónsútreiðslur, men so leingi einki verður játtað umframt, kunnu vit ikki vænta nakra menning í fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.12.2015

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár er lagt upp fyri lønarhækkingum og øktum útreiðslum til pensjónir.
Vit høvdu viljað, at játtanin var økt meiri, so peningur kundi verið settur av til ábøtur og átøk eisini, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaður Føroya Lærarafelags sigur, at hvørja ferð Lærarafelagið setir fram ynski um batar á onkrum øki, verður felagið møtt við mótkrøvum.
- Vit fáa ongar batar uttan at vit lata okkurt frá okkum, og tað er lítil meining í. Hetta kemst av, at játtanin til fólkaskúlan stendur í stað; har er ikki rúm fyri nakrari nýhugsan. Skal nakað setast í verk, so skulu pengarnir finnast innan verandi karmar. Vit kundu hugsað okkum til dømis játtanina til setursskúlan upp á rímiligt støði, at avtalan um sjálvstýrandi toymi stóð øllum skúlum í landinum í boði og betri arbeiðsumstøður, til dømis fleiri tímar, til mongu serútbúnu lærararnar. Vit hava hópin av virkisfýsnum lærarum, sum hava nomið sær eyka útbúgving til gagns fyri fólkaskúlan, men teir sleppa nóg illa til arbeiðis, tí teir fáa alt ov fáar tímar. Tað kostar ikki fleiri tíggjutals milliónir at gera batar á hesum økjum; ein eitt sindur størri játtan til hesi økini hevði gjørt stóran mun. Uttan at ábøtur verða gjørdar, hendir ikki tann stóra menningin og tey stóru nýbrotini á fólkaskúlanum.

Í seinasta Skúlablaði sigur landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, at tá hallið á fíggjarlógini er burtur, og ætlaðu samfelagsligu nýskipanirnar eru framdar, verður ráð til fólkaskúlan, vit øll vilja hava. Herálvur Jacobsen heldur hetta ljóðar væl, men hann ivast í, um hetta verður so.
- Tað er so nógv í hesum landinum, sum liggur í andaleypi; øll øki vilja hava meiri; tað er spart so nógv í so nógv ár, og øll gráta eftir størri játtan. Eg havi ikki stórar vónir um, at alt verður betri, tá hallið er burtur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni