Tíðindi
16.05.2024
Í Føroyum hava vit ført fram, at vit hava tann skúlan í heiminum, sum inkluderar flestar næmingar. Men at hýsa øllum næmingum í skúlanum er ikki tað sum, at vit hava ein inkluderandi skúla, vísir Frida Poulsen á.
- Uppáhaldið at vit hava ein inkluderandi skúla, tí mestsum allir næmingar ganga har, kann hava fjalt yvir veruleikan, sum er, at børn við serligum tørvi og tey, sum ikki fylgja vanligu menningini, ikki hava fingið ta hjálp teimum tørvar. Rætta ella einasta loysnin er tó ikki eftir mínum tykki at seta hesar næmingarnar uttan fyri vanliga skúlan í serstovur og serflokkar fyri at geva teimum nøktandi skúlatilboð. Vit kunnu halda, at vit gera tað rætta, men her eru snávingarsteinar, sum vit mugu vera tilvitað um. Tað kann vera symptomviðgerð at útskilja alt fleiri næmingar í serflokkar, og tað kann vera sera torført at venda rákinum aftur. Tá ið vit fyrst hava skilt børnini frá og sett tey í serflokk, er tað øgiliga trupult at seta tey inn aftur í vanligu undirvísingina. Tað síggja vit nógv dømi um í Norðurlondum. Í Norðurlondum og altjóða verður inklusjónstankin mettur av fleiri sum eitt svar upp á tann trupulleikan. Vit kunnu siga, at í Føroyum hava vit ikki havt trupulleikan, tí vit havt siðvenju, at hava nærum øll børn í tí vanliga skúlanum, men í Danmark vóru ógvuliga nógv børn sett uttan fyri í serstovur, sertilboð og serskúlar. At fleiri og fleiri børn vórðu útskild úr vanliga skúlanum í Danmark bæði út frá fíggjarligum, politiskum, etiskum og námsfrøðiligum orsøkum vildi mann steðga. Skúlin er kjølurin undir allari samfelagsmenning, og byrjar mann longu í skúlanum at útskilja børn, so eru sannlíkindini stór fyri, at tey koma inn á eina aðra leið, enn vit hava ætlað og hugsað.
Hóast Frida Poulsen sær avgjørdar fyrimunir fyri inkluderandi skúlaskapi, ásannar hon, at summum børnum tørvar eitt eyka tilboð í einum vardum umhvørvi og einum lítlum bólki.
- Eftir mínum tykki eiga vit at hugsa inklusjónshugtakið breitt og støðuligt, har vit taka støði í støðuni. Sjálvsagt eiga vit at hava fjølbroytt tilboð, har øll læra og mennast; tað kann vera í einum bólki, men tað er sera umráðandi, at børn eru partur av tí stóra felagsskapinum, sum ein vanligur flokkur og skúli er. Tí eiga vit at leggja á annan bógv og ikki hugsa undirvísingina so nógv í skipanum – tað er, at næmingurin gongur í serflokki ella vanligum flokki. Heldur eiga vit at leggja okkum eftir í so stóran mun sum til ber at veita næminginum ta hjálp, honum tørvar, sum til tíðir kann merkja, at næmingurin fær stuðul og hjálp í minni bólki, men at hann samstundis ikki verður frátikin møguleikan eisini at vera partur av flokkinum og skúlanum sum heild.
Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2024.