Tíðindi
28.03.2022
Orsøkin til, at eingin fólkaskúli enn hevur søkt um at fara undir móttøkuflokk við næmingum, sum tørvar serliga undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri betur at verða integrerað í fólkaskúlan og samfelagið, er einføld. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen.
- At seta eina kunngerð, sum loyvir móttøkuflokki, í gildi, røkkur ikki langt; fígging, lærarar, umstøður og karmar sum heild er avgerandi parturin, um ein móttøkuflokkur skal setast á stovn í einum fólkaskúla. Vil Uttanríkis- og mentamálaráðið hava skúlar at fara undir móttøkuflokkar, so áttu tey at gingið á odda; tey kundu eitt nú vent sær til skúlaleiðslurnar, lýst økið og evnið væl, sagt, hvørja játtan teir fáa til móttøkuflokkin, eisini leiðslutíð, og síðan spurt, hvør hevur hug og umstøður at taka ábyrgdina á seg. Varð hetta gjørt, so høvdu skúlar farið undir móttøkuflokk. Av tí at hetta er nýtt øki, og eingin skúli hevur roynt tað áður, so skal meiri til enn bara at lýsa eina kunngerð. Tað er alt ov lætt bara at siga, at eingin skúli hevur søkt, tí hvat skal skúlin søkja um, og hvørja játtan kann skúlin rokna við, um hann tekur á seg at seta á stovn ein mótøkuflokk?
Skal móttøkuflokkur setast á stovn, so skulu lærarar og aðrar umstøður fáast til vega. Nógvir skúlar hava trongar hølisumstøður, eitt nú eru flestu skúlar í Havn fullir, onkur meiri enn fullur; skúlarnir mangla høli at fara til síðis við bólkum av næmingum. Tað spælir eisini inn, heldur Jacob Eli S. Olsen.
- At skúlarnir ikki hava høli tøk hevur stóran týdning. Annað, sum eisini ger seg galdandi, er, at skúlaleiðslurnar hava ov mikið at gera við átrokandi uppgávum; tær fáa álagt fleiri og fleiri uppgávur uttan tó, at tær fáa meiri tíð til sítt leiðsluarbeiði. Tíðin, leiðslurnar fáa at leiða og fyrisita skúlan, hevur staðið í stað síðan 2005, meðan krøvini til skúlaleiðslur og fyrisiting eru vaksin minandi. Førleikastovurnar, sum hugsandi kunnu hava stóran leiklut, tá ið talan er um móttøkuflokk, eru eisini sperdar. Við øðrum orðum hava skúlaleiðslurnar so nógv um at vera, at tær aftra seg við at taka fleiri uppgávur á seg uttan at vita, um tær fáa tað at bera til, tá ið talan er um høli og fígging til lærarar og annað, sum má vera í lagi.
Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tað kundi verið ein gongd leið, at skúlastjórar í einum øki taka seg saman og skipa móttøkuflokk í felag, og at Uttanríkis- og mentamálaráðið og avvarðandi kommunur eru við í tilgongdini.
Í fjør fór Fróðskaparsetur Føroya undir undirvísing í føroyskum sum annaðmál; Føroyamálsdeildin skipar undirvísingina, og 30 fóru undir útbúgvingina, harav nakrir lærarar í fólkaskúlanum. Stóð tað til Føroya Lærarafelag var henda útbúgvingin málrættað fólkaskúlalærarum fyrst og fremst og ikki skipað sum hægri akademiskum lestur, tí tað er í fólkaskúlanum, at tørvurin er størstur, og har vit eiga at byrja.
- Vit heittu staðiliga á myndugleikarnar fyrst at útbúgva fólkaskúlalærararnar, tí tað er har, at tørvurin er størstur. Vit vístu eisini á, at útbúgvingin sjálvandi átti at verið skipað á Námsvísindadeildini, tí talan er um útbúgving í undirvísing. Men lurtað varð ikki eftir hesum. Í dag mugu vit tíverri ásanna, at fleiri fólkaskúlalærarar eru givnir í lesnaðinum, og tað er at harmast um. Sagt verður, at lesturin er fjarur frá lærarayrkinum og skipaður sum tungur akademiskur lestur. Ein avleiðing av hesum er, at vit ikki koma at hava nóg nógvar lærarar, sum eru útbúnir í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Tað er sera harmiligt, tí at góðir lærarar í føroyskum sum annaðmál eru avgerandi fyri, hvussu nýggju føroyingarnir ogna sær føroyskt mál og mentan, sum eru týðandi fyri møguleikarnar at gerast virkin partur av føroyska samfelagnum.