Tíðindi

Ikki eftirútbúgving í staðin fyri læraraútbúgving

- Vit skulu styrkja eftirútbúgvingarpartin uttan at tað skal ganga út yvir læraraútbúgvingina og ikki lata hesi bæði økini treyta hvørt annað, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum

14.02.2017

Fyri ikki at útbúgva lærarar til arbeiðsloysi hevur Føroya Lærarafelag skotið upp, at í staðin fyri at taka so nógv lesandi inn á læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, eigur partur av orkuni at verða brúktur til eftirútbúgving, sum so stórur tørvur er á. Landsstýriskvinnan við skúlamálum er ikki samd. Hon heldur ikki, at eftirútbúgving av lærarum skal tengjast saman við útbúgving av lærarum, tí vit skulu hava bæði, sigur hon.
- Vandin við at minka um talið á læraralesandi er, at tú missir meiri fyri minni, til dømis kontinuitetin, sum er so sera umráðandi. Eg hevði hildið, at tað hevði verið virðiligari, um Lærarafelagið ikki mælti til at minka um upptøku av læraralesandi fyri at satsa upp á førleikamenning. Tað er eingin orsøk at avtaka og læraraútbúgvingina fyri tí, um tú vilt førleikamenna lærarahópin. Eingin orka verður leysgivin við at minka ein flokk úr 30 niður í 15, tí tørvur er framvegis á einum heilum lærara. At leggja árgangir burtur ímillum fer at fáa stórar avleiðingar fyri útbúgvingina og kontinuitetin. Tað hevði verið alt ov drastiskt. Vit skulu styrkja eftirútbúgvingarpartin uttan at tað skal ganga út yvir læraraútbúgvingina og ikki lata hesi bæði økini treyta hvørt annað. Vit hava tørv á einum námsfrøðiligum kveikjandi depli í Føroyum, soleiðis at vit kunnu styrkja námsfrøðiliga gransking, at styrkja profilin hjá Námsvísindadeildini, soleiðis at hon verður okkara vitanardepil, ikki minst í mun til gransking. Førleikamenning hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú, vitanin sigst endurnýggjast sjeynda hvørt ár, og tað eigur at vera eitt krav, at tú alla tíðina førleikamennir teg so ella so. Tað er eisini eitt politiskt krav. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki fara fram í óðum verkum, tí at tað eru nakrir lærarar, sum ikki fáa starv. Vit eiga heldur at hyggja fram í tíðina, tí vit vita, at tað fer at verða brúk fyri hvørjum einstøkum lærara og vónandi fleiri, um fólkavøksturin heldur fram.

Lærarafelagið hevur kannað, hvussu nógvir lærarar, sum hava fingið prógv seinastu tvey árini, hava fingið starv; sum heild vísir kanningin, at av teimum, sum fingu prógv seinasta summar, hava 13 av 26 fingið starv í eitt skúlaár, 8 hava einki fingið, og 4 í styttri tíðarskeið; av teimum, sum fingu prógv summarið 2015, hava 4 av 21 fingið fast starv, 9 starv í eitt ár, 1 í styttri tíð og 3 einki starv. Galdandi fyri flestøll er, at tey hava sent ógvuliga nógvar umsóknir, heilt upp í 26.
- Tað hava ikki verið so nógv føst størv lýst leys, sum júst til hetta skúlaárið; tað kemst av, at lærarahópurin eldist, og fleiri fara frá fyri aldur. Vit eru ikki ósamd við Búskaparrráðið í meting teirra av tørvinum á lærarum; framrokningin sigur, at 300 lærarar fara frá í tíðarskeiðinum frá 2014-2024, og tað halda vit okkum til. Tí ivast vit í, um tað er skilagott at minka um talið á læraralesandi, sigur Rigmor Dam.

Ert tú nýútbúgvin lærari ella lærari í einum øki, har fá størv eru, ert tú noyddur at søkja í einum breiðari øki, enn økinum, har tú býrt, heldur landsstýriskvinnan.
- Í øllum yrkjum er tað soleiðis, at tú ert ikki tryggjaður eitt starv eftir tað, at tú hevur tikið eina útbúgving; soleiðis er ikki bara í lærarayrkinum; í flestu yrkjum er støðan nógvar ferðir verri. Tí ert tú noydd at vera fleksibul og søkja vítt og breitt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni