Tíðindi

If You Think Education Is Expensive – Try Ignorance!

Útbúgving kostar nógvar pengar. Tað vita vit, men hví eru myndugleikar ofta so trekir, tá ið tað ræður um at seta nokk av peningi av til útbúgving? Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

29.05.2019

If You Think Education Is Expensive – Try Ignorance! Soleiðis segði finska Niina Junttila í sínum fyrilestri á NFSP-ráðstevnuni, sum var á Hotel Føroyum herfyri. Í fyrilestrinum tosaði hon um børn og ung, sum stríðast við einsemi, og í hesum sambandi segði hon orðini omanfyri. Niina Junttila eigur ikki sjálv hasi orðini, men tey hava verið brúkt í nógvum ymiskum høpum. Eg helt beinanvegin og haldi framvegis, at setningurin er øgiliga sigandi, eisini tá ið tað snýr seg um føroysk skúlaviðurskifti.

Rákið seinastu árini í føroyska fólkaskúlanum hevur verið, at játtan og pengar til skúlan eru skorin ella hava í besta lagi staðið í stað, og so hevur tað rátt um at fáa sum mest burturúr. Skúlaleiðslur hava sitið í langa tíð, ofta í summarfrítíðini, og roynt at fingið hetta stóra puslispælið at liggja rætt, soleiðis at skúlin kann bjóða næmingunum eitt líkinda tilboð, og skúlin samstundis livir upp til tey krøv, sum lógir og reglur áseta. Og tað er ikki bara bara, tí ofta snýr tað seg um at fáa ógvuliga nógv burtur úr lítlum.

Tí fór eg at hugsa um orðini hjá Niinu Junttila. Útbúgving kostar nógvar pengar. Tað vita vit, men hví eru myndugleikar ofta so trekir, tá ið tað ræður um at seta nokk av peningi av til útbúgving? Her hugsi eg fyrst og fremst um tað innihaldsliga í skúlanum, ikki bygningar og tílíkt. Taka vit t.d. framhaldsdeildina, so vilja skúlar sjálvandi bjóða næmingum sínum eitt gott og breitt vallærugreinaúrval, men av tí at tímajáttanin ofta er so pírin, ber tað yvirhøvur ikki til. Viljin er til staðar, men tímar/pengar mangla.

Hin møguleikin er ikki er serliga lokkandi: ignorance, sum á føroyskum merkir fákunna ella tvørrandi kunnleiki. Eg rokni við, at tey flestu munnu vera nøkulunda samd um, at tað er ikki ein gongd leið. Vitan og kunnleiki skal til, og sjálvandi mugu vit royna at vera so væl upplýst og útbúgvin í orðsins breiðastu merking, so at vit taka rættar avgerðir í ókomnum døgum og ikki endurtaka mistøk, sum undanfarin ættarlið hava gjørt.

Eisini er tað rættiliga hugvekjandi, at tá ið tað snýr seg um at brúka pengar upp á ein skúlabygning, er ikki so nógv himpr. Vit hava jú eitt dømi nú um ein miðnámsskúla, sum í løtuni kostar meir enn 700 milliónir krónur! Alt gott um at royna at skapa so góðar karmar sum gjørligt, men hvussu við tí, sum skal ganga fyri seg inni í kørmunum? So skjótt sum prátið kemur inn á tað innihaldsliga, altso tey bleytu virðini, fær pípan eitt annað ljóð.

Hugsa vit um báðar kostirnar, sum eru í at velja í yvirskriftini, kunnu vit helst skjótt semjast um, hvør kosturin man vera tann frægari. Eg veit í øllum førum, hvønn eg hevði valt!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni