Tíðindi
29.08.2020
Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á útbúgving í smærri ella fjarskotnum økjum og at nágreina, hvørji námsfrøðilig og didaktisk amboð hóska seg væl til talgilda fjarundirvísing. Hetta hevur stóran týdning fyri at kunna tryggja dygdargóða útbúgving og javnbjóðis møguleikar fyri øll uttan mun til, hvar tey búgva og ganga í skúla.
Málbólkurin í verkætlanini eru børn og ung í Norðurlondum, læraralesandi, granskarar, eins og undirvísarar á læraraútbúgvingum og hægri lærustovnum.
Kalpana Vijayavarathan frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrnum er ein av stigtakarunum til verkætlanina, og hóast nógvir samstarvsfelagar eru, verður arbeiðið undir leiðslu av Fróðskaparsetrinum.
Kalpana fer at arbeiða saman við granskarum frá mongum útbúgvingarstovnum í tí samtarvinum, sum kallast “Uarctic Thematic Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity”. Arbeiðið, sum byrjar í heyst, fer at halda fram í tvey ár.
Samstarvið hevur sum setning at virka fyri sosialum rættvísi og javnbjóðis møguleikum á læraraútbúgvingum í Arkis.
Les meira her: https://www.uarctic.org/news/2020/8/2020-uarctic-project-call-results-for-networking-activities-on-arctic-research-and-education/