Tíðindi

Hvørjar óvanligar umstøður gera, at flokkar fara upp um 24 næmingar?

Í fyribilsnæmingatølunum fyri skúlárið 2023/24 framgongur, at tað kann væntast eitt stórt tal av flokkum, ið fara upp um 24 næmingar. Hví er tað so, vil Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hava at vita.

16.02.2023

Fólkaskúlalógin sigur, at bara í heilt serligum førum eiga flokkar at fara upp upp 24 næmingar. Tí setti Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, í gjár munnligan fyrispurning á tingi, har hann vildi hava Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna-og útbúgvingarmálum, at siga, hvussu nógvir flokkar í fólkaskúlanum eru væntandi at fara upp um 24 næmingar við skúlaársbyrjan 2023/24. Hann vildi eisini hava at vita, hvørjar óvanligar umstøður í høvuðsheitum eru í einstøku skúlunum, sum gera, at fleiri enn 24 næmingar eru í nógvum flokkum, og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri at tryggja, at tað ikki vera fleiri enn 24 næmingar í flokkunum uttan í heilt serligum førum.

Grein 20 í fólkaskúlalógini ásetir, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. Komandi skúlaár eru tað nógvir flokkar við fleiri enn 24 næmingum. Hvussu samsvarar hetta við fólkaskúlalóginina, og hvussu samsvarar hetta við setningin hjá nýggju samgonguni, sum í samgonguskjalið hevur niðurfelt at lækka talið á næmingum í hvørjum flokki.

- Um landsstýrismaðurin vil næmingunum betri umstøður at læra, mennast og trívast, so eru smærri flokkar eitt sera stórt framstig hjá teimum. Í tilmælinum, sum júst er komið um børn við serligum avbjóðingum, verður eisini tikið fram týdningurin við smærri flokkum. Í stórum flokkum verða næmingarnir ikki sæddir nóg væl, og flokslærarauppgávan verður nærum vónleys, og tí vóni eg, at næmingatalið minkar munandi. Tað er øgiliga nógv at hava 25-27 næmingar í einum flokki, segði Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, í orðaskiftinum í sambandi við munnliga fyrispurningin.

Landsstýrismaðurin svaraði, at komandi skúlaár vera 20 av 350 flokkum við fleiri enn 24 næmingum.

- Hetta er eitt avmarkað tal. Talan er fyri tað mesta um næmingar, sum flyta í nýggjan skúla og ikki hava gingið har frá fyrsta skúladegi. Eru tá longu 24 næmingar í flokkinum, verður nýggjur flokkur ikki skipaður, um ein næmingur kemur aftrat. Tað eru eisini sosial fyrilit at taka, tí tað er stórt inntriv at býta flokk sundur. Í slíkum førum er eisini serlig játtanarskipan, ið tryggjar, at skúlar, sum hava flokkar við oman fyri 24 næmingum, fáa serstaka játtan. Um talan er um 1. og 2. flokk, er tvílæraraskipan galdandi part av tíðini. Tá talan er um 20 av 350 flokkum, kunnu vit siga, at tað er ikki vanligt, at talið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki. Í verandi játtanarskipan er lagt upp fyri, at serlig játtan er til tað, tá hetta hendir, til dømis kunnu smærri bólkar verða skipaðir og tvílæraraskipan taka við. Vit arbeiða annars við at lækka talið eitt sindur, um tað verður til 22 ella færri, er ikki greitt enn. Eg rokni við, at vit fara at finna eina skilagóð loysn.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni