Tíðindi
07.10.2022
Stórar og umfatandi vísindaligar kanningar eru gjørdar av týdninginum, ið ljós hevur á fólk. Ljós er millum annað beinleiðis tongt at samdøgurrútmuni hjá menniskjanum.
Samdøgurrútman lagar kroppin til ein 24-tíma syklus við ljósi og myrkri, stýrt av eitt nú svøvnlagi, kropshita og strongdarhormonum. Dagsljósið er avgerandi fyri, um syklusið skal virka sum tað eigur.
Langir vetrarmánaðir
Fyri skúlabørn, sum brúka nógva tíð innandura í skúlanum, er ljós av serliga stórum týdningi. Ljósið ávirkar, hvussu árvakin børnini eru, kortisolleguna við strongd og kognitivu førleikarnar.
Men longu vetrarmánaðirnar í Norðurlondum minkar bláa ljósið um morgunin; hetta ljósið hevur týdning fyri at virkja biologisku klokkuna hjá fólki.
– Av tí at ljós ávirkar næmingar á ymsan hátt, er tað umráðandi at granska meiri í, hvussu tað kann verða brúkt í okkara skúlum at tryggja væl upplýst læruumhvørvi, sum kunnu stuðla læring og mentalu menningini hjá skúlabørnum, sigur Claudia Moscoso, granskari.
Bøta um avrikini hjá børnum
Ein bretsk kanning frá 2015 hevur dátur frá 3.766 skúlanæmingum í Stórabretlandi. Hon vísir, at væl umhugsaðir barnaskúlar hava nógv at siga fyri, hvussu børnini klára seg í lesing, skriving og støddfrøði. Kanningin vísir, at 16 prosent av varisjónini í menningini at læra botnar í, hvussu fysisku karmarnir í skúlastovuni eru. Úrslitini vísa greitt, at tað, sum hevði mest at siga, var ljós, ikki minni enn 21 prosent. Síðan var dygdin á luftini við 16 prosentum og temperatururin í rúminum við 12 prosentum. Hesi viðurskiftini til samans standa fyri nærum helminginum av tí, sum hevur nógv at siga fyri at læra og avrika.
Vánaligt ljós ringa ávirkan
Ein onnur kanning frá 2002 kom til tað úrslit, at próvtøkuúrslitini hjá næmingum batnaðu við 15 til 23 prosentum, um næmingarnir gingu í skúlastovum, sum høvdu stór vindeygu. Vóru ljósviðurskiftini nøktandi og støðug gjøgnum alt skúlaárið batnaðu um akademisku førleikarnar við 20 til 26 prosentum samanborið við, um ljósviðurskiftini vóru vánalig.
Ein triðja kanning frá 2013 kom til tað úrslit, at skúlastovur við nøktandi dagsljósi og sólarljósi var sett í samband við minni fráveru og betri akademiskar førleikar.
Samstundis vísir ein kanning frá 2014, at skúlastovur við vánaligum ljósi kunnu hava tað við sær, at børnini læra minni, tí vánaligt ljós kann ávirka eyguni hjá børnum og harvið tilgongdina at ogna sær vitan.
Støddin á vindeygum týdning
Ein stór granskingarverkætlan í 2013, sum hevði dátur frá 2.837 skúlanæmingum í aldrinum 8 til 12 ár, kom fram til, at næmingar, sum arbeiða í skúlastovum við stórum vindeygum, kláraðu seg betur akademiskt samanborið við næmingar í skúlastovum við minni vindeygum.
Tá ið talan er um tilgjørt ljós, vísa granskingarkanningar á, at ljós, sum broytist í styrki og liti, økir um akademisku førleikarnar, tá ið talan er um lesiferð og lesifatan. Til dømis vísir ein kanning frá 2012, at førleikarnir í at lesa upp batnaðu 38 prosent, um broytiligt ljós var brúkt, samanborið við vanligt, hvítt ljós. Samstundis staðfestir kanningin, at blátt-ríkað hvítt ljós minkar um atferðartrupulleikar hjá skúlanæmingum samanborið við hvítt ljós.
Tørvur á fleiri kanningum
Hóast lógir og reglugerðir áseta krøv fyri, hvussu ljósið í skúlum eigur at vera, eru hesi krøvini ikki altíð nóg mikið til at eftirmeta ljósdygdina í eini skúlastovu. Fyri at kunna gera heildareftirmetingar av ljósviðurskiftum í skúlum mugu onnur parametur, bæði kvantitativ og kvalitativ, verða tikin í nýtslu. Til dømis eygleiðingar í skúlastovum, sum kunnu avdúka trupulleikar, skráseta litir á yvirflatum ella eftirmeta um ljósið er nóg gott at geva mentala og visuella umlætting fyri næmingarnar.
Skúlastovur og bólkarúm eru týdningarmestu økini fyri undirvísing í einum skúla.
– Tí er sera umráðandi at eftirmeta øll støð, har ljós koma inn umframt alt ljósið, sum verður sett upp, sigur Moscoso.
Kelda: forskning.no