Tíðindi

Hvat er rætt – yvirlitið hjá Undirvísingarstýrinum ella svarið hjá landsstýrismanninum?

Í farnu viku og hesi vikuni hava ymisk tøl verið frammi, tá ið talan er um talið á flokkum við fleiri enn 24 næmingum komandi skúlaár.

28.02.2023

Landsstýrismaðurin hevur á løgtingsins røðarapalli sagt, at komandi skúlaár vera 20 flokkar við fleiri enn 24 næmingum, meðan formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at talið er ikki 20, men 28. Jacob Eli S. Olsen, sum brúkar tøl frá Undirvísingarstýrinum, sigur, at tað er ikki samsvar millum talið hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi floksstødd, og tað, sum Undirvísingarstýrið hevur lagt á sína heimasíðu um fyribilsnæmingatøl fyri komandi skúlaár. Tølini frá Undirvísingarstýrinum vísa næmingatal í hvørjum skúla, í hvørjum árgangi og tal av flokkum komandi skúlaár 2023/2024.

- Vanliga verður yvirlitið frá Undirvísingarstýrinum fylgt, sum vísir, hvussu nógvir flokkar verða í hvørjum skúla, uttan so at næmingatalið broytist til 1. apríl ella har á leið, tá skúlin vanliga fær sína játtan til komandi skúlaár. Eg undrist á, at tølini hjá landsstýrismanninum ikki samsvara við tølini hjá Undirvísingarstýrinum, sigur Jacob Eli S. Olsen

Uppgerðin á myndini er gjørd út frá yvirlitinum hjá Undirvísingarstýrinum. Í uppgerðini eru allar flokkar, har tað fara at vera fleiri enn 24 næmingar.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, svaraði 15. februar munnligum fyrispurningi á tingi frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, hvussu nógvir skúlaflokkar við fleiri enn 24 næmingum fara at vera í fólkaskúlanum næsta skúlaár.

Les meiri um evnið:

http://skulabladid.fo/hvørjar-óvanligar-umstøður-gera-at-flokkar-fara-upp-um-24-næmingar

Munnligur fyrispurningur um floksstødd í Løgtinginum og svar: 

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10299

Tøl frá Undirvísingarstýrinum:

https://view.officeapps.live.com/op/view.aspx?src=https%3A%2F%2Fuvs.fo%2Fupload%2Ftinymce%2Fbf21b85d83c5a853a05bb267e17f5008c619d409.xls&wdOrigin=BROWSELINK

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni